Arabiska Samgongan hevur boðað til fundar í morgin at viðgera ísraelska loftálopið á Gaza-geiran, sum kravdi 15 mannalív. Serliga egyptar finnast at ísraelsmonnum, tí ísraelska loftálopið kostaði fimm egyptiskum vaktarmonnum lívið. Egyptiska stjórnin hevur biðið sín sendiharra í Ísrael koma heim, samstundis sum ísraelski sendiharrin í Kairo hevur fingið boð um at koma í uttanríkisráðið at taka ímóti einum formligum mótmæli.
Ísraelska stjórnin helt fund í dag um kreppuna og um avgerðina hjá egyptisku stjórnini at kalla sendiharran heim. Ísraelsku myndugleikarnir siga, at teir fara at kanna, hví loftálopið kostaði fimm egyptiskum vaktarmonnum lívið, og teir lova egyptisku stjórnini, at hon skal fáa úrslitið av kanningini. Samstundis hevur Ísrael gjørt greitt, at tað var ikki við vilja, at loftálopið kostaði teimum fimm vaktarmonnunum lívið.
-Eingin í herinum ella trygdartænastuni ætlaði at raka egyptiskar hermenn ella løgreglumenn, sigur Amos Gilad, talsmaður hjá ísraelska verjumálaráðnum.
Ísraelsmenn bumbaðu mál í Gaza-geiranum, eftir at rakettálop úr geiranum høvdu kravt átta mannalív har suðuri í Ísrael.