Fríggjadagin skrivaðu vit, at Javnaðarflokkurin skuldi havt hótt við at slíta samgonguna, um ikki játtanin til almannaøkið varð hækkað. Fríggjadagin sendi flokkurin út tíðindaskriv, sum hann rópti “Konstruktivir fundir um almannaøkið”.
Har varð sagt, at samgongan hevur sitið á konstruktivum fundum um neyðugar tillagingar, so sleppast kann undan, at sparingar raka tey veikastu í samfelagnum.
Eisini váttar flokkurin, at hann bað um, at skráin á regluliga fríggjadagsfundinum í lítlu samgongu varð ruddað, til frama fyri mál, sum eftir floksins tykki raka skeivt, og tí ikki eiga at verða gjøgnumførd, tí hann var sera ónøgdur við ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum.
- Hetta hava vit viðgjørt leypandi í tingbólkinum alla vikuna – eisini saman við landsstýriskvinnuni á økinum og við fakfólkum á økinum. Og vikan endaði sum sagt við einum fundi í lítlu samgongu, har tað ikki er komið á mál enn.
- Men tað er greitt, at flokkarnir hava eina felags fatan av, hvørjir trupulleikarnir eru, ið krevja loysnir sum skjótast, sigur flokkurin.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, rósti annars Rósu Samuelsen í Kringvarpinum, fyri at hava sett loysnir í verk á økinum børn og ung. Men hann ásannaði eisini, at ikki øll í samgonguni eru so glað. Tí segði Jørgen Niclasen, at samgongan væntandi fer at loysa trupulleikarnar, men at tær í sofall skulu vera útreiðsluneutralar á fíggjarlógini. Tí má peningurin finnast á øðrum kontum.
- Vit eru samd um, hvar vit finna helmingin av pengunum, men tað verður trupult at finna hina helvtina, segði hann við Kringvarpið.










