Sambært enska Daily Mail hevði Chelsea kreppufund týskvøldið undan ársskiftinum. Orsøkin til hetta eru úrslitini hjá felagnum, sum ikki hava verið heilt so góð seinastu tíðina. Við nýggja venjaranum, Luiz Felipe Scolari, byrjaði Chelsea annars sera væl, men seinastu umførini er liðið snávað fleiri ferðir, og Chelsea tykist í løtuni í vanda fyri at missa sambandið við Liverpool, sum er á oddasessinum. Tí er trýstið á Scolari eisini sera stórt, men stjórin í felagnum, Peter Kenyon, sigst tó hava fult álit á venjaranum.