Íslendskar ognir í Føroyum verða væntandi seldar, og føroyingar, sum hava lænt pengar úr Íslandi, kunnu vænta at skula gjalda teir aftur alt fyri eit -Íslendskar ognir í Føroyum verða væntandi seldar, og føroyingar, sum hava lænt pengar úr Íslandi, kunnu vænta at skula gjalda teir aftur við brestin, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann ásannar, at hann er ovfarin av kreppuni í Íslandi, men væntar, at búskaparliga niðurbræðingin í Ísland fer at ávirka Føroyar nógv.
-Fíggjarliga sambandið, sum seinastu árini hevur ment seg millum Føroyar og gosrunna grannalandið, ger, at avleiðingin eisini røkkur okkum í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen, sum í besta føri vil samanbera heimsumfatandi fíggjarkreppuna við eina sjúku, sum í frægasta føri hæsar av um nøkur ár.
-Tað ræður um at sissa seg og ikki lata ótta taka valdið. Einasta varandi meinið, ið fíggjarmarknaðurin fær, er ógvusliga álitisbrotið, ið er komið undan kavi orsakað av kreppuni, heldur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, við Kringvarpið.