Kreppan í sjónvarpinum: Mugu halta seg gjøgnum árið og vóna broytingar

Fáar loysnir komu á borðið, tá stýri og leiðsla í Kringvarp Føroya í gjár høvdu fund við starvsfólkini um kreppuna í sjónvarpsdeildini. – Vit mugu halta okkum gjøgnum hetta árið og so seta okkara vón á at broytingarnar í kringvarpslógini koma í gjøgnum næsta ár, sigur formaðurin í stýrinum

Sjónvarp

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Kreppufundur var í Kringvarp Føroya í gjár. Leiðsla, stýri og starvsfólk vóru møtt upp. Høvið var eitt bræv, ið 28 starvsfólk hava skrivað undir og sent leiðsluni, kringvarpsstýrinum, landsstýriskvinnuni í mentamálum og mentanarnevnd Løgtingsins, har tey kravdu, at kláraði leiðslan ikki at ganga teirra ynskjum á møti og skapa ein betur bygnað, so skuldu stovnarnir fara sundur aftur.

Serliga stóðu trupulleikarnir seg um múrar, at tað eru tríggjar sjónvarpsframleiðandi deildir, heldur enn tvær, at sjónvarpsfólkini eru spjadd sundur yvir tveir ymiskar bygningar, og at eingin leiðari er í M.A. Winthersgøtu, har tað er »øskukalt«, sum tey siga.

Aðrastaðni í skrivinum var ljósið eisini varpað á álvaran í, at ov mikið rumbul er kring tíðindadeildirnar, at fólkini ikki sleppa at gera eitt journalistiskt arbeiðið tá tað krevst, men verða noydd at koyra eftir strangt avmarkaðum vaktarskemaum, umframt at tey ikki hava ressoursir nokk til at gera ordiliga gravandi journalistiskt arbeiði.

Í triðja føri snýr tað seg um arbeiðsfrið. Starvsfólkini skrivaðu í skrivinum, at »Kringvarp Føroya er sett í verðina at vera til gagns fyri Føroya Fólk. Tí krevja vit, at leiðslan kemur við einari veruligari ætlan fyri Kringvarp Føroya. Rok hava vit havt nokk av – kann leiðslan ikki skapa frið og vísa vegin, má hon leggja frá sær«.


Meðan vit bíða

Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, sigur um fundin, at tað varð kjakast út frá trimum punktum, sum hann dugdi at síggja, vóru høvuðstrupulleikarnir.

Fyrst og fremst var tað um visiónirnar hjá leiðsluni við sjónvarpinum, sum starvsfólkini ikki mettu vóru til at fáa eyga á. Síðan var tað bygnaðurin og samanleggingarnar av deildunum, og seinast var tað raðfestingin mullum út- og sjónvarp.

- Vit greiddu so starvsfólkunum frá, hvørji mál liggja í Kringvarpsstýrinum, hvat rørir seg har, og tað er millum annað hølisviðurskiftini í Kringvarpinum, Public Service sáttmálin, hvussu man framyvir skal fíggja Kringvarpið og so framvegis, greiðir Rúni Heinesen frá.

- Trupulleikin er bert tann, at vit eru í eini bíðistøðu enn. Tað er bæði við tí fíggjarliga grundarlagnum, og eisini við public service sáttmálanum. So tað er avmarkað, hvat vit kunnu gera, staðfestir Rúni Heinesen, og leggur afturat, at teirra tilmæli er at leiðslan fer inn og hyggur upp á teir trupulleikar, sum víst er á, og eftir førimuni loysir teir.


Halta seg gjøgnum árið

Ein trupulleiki, sum gongur aftur allan vegin, og sum kann tykjast verða tann grundleggjandi trupulleikin, er fíggjarliga trongstøðan, sum Kringvarpið er í.

Starvsfólk í Kringarpinum segði eisini við Sosialin fríggjadagin, at hóast bygnaðurin er gjørdur til 90 milliónir, er veruleikin bara 60 milliónir, og at tí er tað løgið, at mann ikki vil broyta bygnaðin.

- Vit halta okkum gjøgnum hetta árið, so seta vit okkara vón í, at broytingarnar í kringvarpslógini fara at koma ígjøgnum, og kunnu vit kanska loysa onkrar av trupulleikunum, sigur Rúni Heinensen.


Bólturin liggur hjá leiðsluni

Kringvarpsstýrið hevur formliga millum lítlan og ongan avgerðarrætt, men hevur heitt á leiðsluna um at fáa tingini í rættlag.

So er spurningurin bert, hvat leiðslan fer at gera fyri at betra um nøgdsemið og trivnaðin hjá sjónvarpsfólkunum, og hvussu bygnaðurin í Kringvarpi Føroya, kanska serliga í tíðindadeildunum, verður framyvir.