– Eg vænti ikki at nakað hendir í dag – men eg fari at seta meg í samband við leiðsluna í Sambandsflokkinum og í Fólkaflokkinum nú fyri jól.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins, nú samgongan er í síni ringastu kreppu síðani hon varð skipað fyri góðum tveimum árum síðani.
Hann sigur, at hann vil fegin hava greiði á longu nú fyri jól, um samgonguni er lív lagað, ella ikki. Eg vænti ikki tær stóru tingingarnar nú, men tað hevði verið gott at fingið greiði longu nú, um tað er nakað grundarlag hjá samgonguflokkunum at halda fram við samráðingunum eftir nýggjár, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at skal samgongan halda fram, eru tað tvær treytir, sum skulu gangast á møti. Onnur treytin er, at tað, sum hendi í gjár, heldur uppat, og tað skal vera nú. Hann hugsar sjálvsagt um málini um sammøður, har tríggir tinglimir í samgonguni atkvøddu fyri málunum, hóast samgongan er ósamd er ósamd um tey. Samstundis er tað ein beinleiðis avtala í samgonguni, at samgongan skal ikki atkvøða fyri málum, sum ósemja er um. Hin treytin er, at kósin verður rættað, so at hesin politikkurin ikki heldur fram.
Annars hevur Johan Dahl longu kunngjørt alment, at hann vil ikki samstarva við Miðflokkin í eini samgongu longur. Jenis av Rana, sigur, at tað nervar ikki hann ikki. Hann sigur, at tað er eitt ár síðani, at hann avskrivaði Johan Dahl í samgonguni, men tað má greiða eisini fáast á.
Hann sigur, at tað, sum er farið fram í samgonguni líkist púra ongum, tí vit mugu hava floksdisiplin, annars gongur tað ikki longur. Og tað er hetta, sum greiða skal fáast á. Tað kann ikki halda fram, at tað eru fleiri smáir kongar í samgonguni, sum gera akkurát, sum tað passar teimum.
Jenis av Rana sigur, at fáa tey ikki trygd fyri hesum viðurskiftunum, tað, er tað betri, at samgongan rýkur.
– Nú vit tosa um disiplin, er tað mangan skotið mær í skógvarnar, at eg havi sagt alment, at eg ikki vildi koppsetast fyri koronu og at eg sostatt havi sett meg upp ímóti koronupolitikkinum hjá samgonguni. Men tað er ein persónlig avgerð, sum einki hevur við politikk at gera. Og eg havi einki sagt alment, sum landsstýrið ikki visti av frammanundan – og annars havi eg ikki sagt eitt orð um koronupolitikki, so har er einki at koma eftir, sigur Johan Dahl.
Tvørtur ímóti minnir hann á, at Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sagt alment, at koronupassið skal takast av - og Kaj Leo Holm Johannesen vildi avtaka ríkisveitingina. Og tveir tinglimir úr Sambandsflokkinum, Johan Dahl og Erhard Joensen, atkvøddu fyri málunum um sammøður - og tann triði tinglimurin fyri Sambandsflokkin, Rósa Samuelsen, atkvøddi blankt. Tað er altso í sjálvum løgmansflokkinum, at floksdisiplinin er vánaligast. Tað ber ikki til, at politikarar í samgonguni tosa í eyst og vest, og skal samgongan halda fram, má vissa fáast fyri, at tað heldur upp at, sigur Jenis av Rana.
Les meiri um eina løtu