– Kreativu lærugreinirnar í fólkaskúlanum verða sum heild raðfestar ov lágt. Tað heldur Rakul Thomsen, ið hevur skrivað stóra ritgerð um evnið.
Tað skrivar Skúlablaðið:
Í ritgerð síni “Den kreative dimension i den færøske folkeskole”, ið hon hevur skrivað í samband við útbúgving sína í sjónleikarvísindi á Keypmannahavnar universiteti, hevur Rakul Thomsen eina røð av tilmælum, ið skulu vera við til at styrkja ta kreativu dimensiónina í fólkaskúlanum og læraraútbúgvingini. Í høvuðsheitum mælir hon til, at undirvísingin í list og undirvísingin ígjøgnum list eigur at verða raðfest hægri.
- Vit eru noydd at styrkja tær kreativu lærugreinirnar, eftirútbúgva faklærarar og lærarar, soleiðis at teir læra at brúka kreativar undirvísingarhættir í øllum lærugreinum. So eiga vit eisini í ein mun at fáa faklærarar inn í fólkaskúlan, tað vil siga lærarar, sum hava lært fakið burturav. At hesir kanska ikki eru lærarar hevur ikki so stóran týdning, tí tað hevur størri týdning, at ein lærari, sum kennir og dugir fakið, undirvísir, enn ein lærari, sum bara hevur áhuga í fakinum. Kanningin hjá Bamford vísir, at bara ein av tíggju skúlum hevur fleiri enn tíggju lærarar, sum hava kreativa lærugrein á linju. Nógv teir flestu skúlarnir vanta lærarar í kreativu lærugreinunum. Í somu kanning siga lærararnir, sum undirvísa í kreativu lærugreinunum, at teir eru ikki egnaðir til tað.
Skal tað kreativa fáa meiri rúm og størri virðing í fólkaskúlanum, eiga tey, sum lesa til lærara, at fáa undirvísing í list og undirvísingarhættum í list.
- Hetta hevur stóran týdning. Í Kanada til dømis skulu læraralesandi velja eina kreativa lærugrein; hetta eiga vit eisini at umhugsa. Lærarin, sum hevur eina kreativa linjulærugrein, hevur nógvar fyrimunir samanborið við læraran, ið ikki hevur; tað letur fleiri hurðar upp bæði so og so, tí hann kann undirvísa í kreativari lærugrein og vera kreativur, meðan hann undirvísir í øllum lærugreinum.
Rullandi skipanin, ið summir skúlar brúka, har tey lata næmingar royna ymsar kreativar lærugreinir í styttri tíðarskeið fyri síðan at skifta ímillum, eigur at verða bannað ongantíð ov skjótt, stendur tað til Rakul Thomsen.
- Allar tær kreativu lærugreinirnar eiga at fáa tað tímatalið, tær sambært lóg fáa tilskrivað frá 1.-9. flokk, og tað skal ikki verða loyvt at læna tímar frá teimum. Tað er heldur ikki í samsvari við góða læring at hava eina rullandi skipan, har tú skiftir ímillum, tí hevur tú tónleik í tríggjar vikur og so skiftir til annað í nakrar vikur fyri at koma aftur til tónleik, so skalt tú í grundini byrja av nýggjum í tónleiki. Hyggur tú at námsætlanini, sigur tað teg sjálvt, at næmingarnir ikki koma ígjøgnum ein brotpart av tí, teir skulu bara eftir fáum vikum. Alla tíðina at byrja av nýggjum ger, at næmingarnir ikki læra tað, teir skulu.
Ritgerðin hjá Rakul Thomsen er ein støðumynd av, hvussu kreativa dimensiónin verður raðfest í Mentamálaráðnum, læraraútbúgvingini og fólkaskúlanum, bæði tá ið talan er um undirvísing í list og undirvísing ígjøgnum list, og hvørjar avleiðingar raðfestingin hevur. Lesið samrøðuna við Rakul Thomsen í Skúlablaðnum nr. 3, 2015.










