Ebbe Kristin Thomsen, B71, kærdi sína neyð í Sosialinum síðsta vikuskiftið. Tá taptu sandoyingar 5-0 fyri toftamonnum á heimavølli.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er strævið. Tað eru næstan eingir glottar at hóma í spælinum ella úrslitunum, og tað er ikki ofta, vit kunnu taka okkurt stimbrandi við okkum. Tað er tungt, segði hann fyri sjey døgum síðani.
Tað, sum vendi niður, vendir nú upp. Tað var púra óvæntað, at B71 vann í Fuglafirði í gjár. Grundarlagið undir sigrinum var tað, sum riggaði væl hjá sandoyingum í fjør. Tað ræður um at treiskast eftir bóltinum og órógva mótstøðuleikararnar allan dystin á tamb. Tað snýr seg um at vinna nærdystir og taka av teimum møguleikunum, sum koma fyrr ella seinni. Tað riggaði til fulnar í gjár.
Tóku ikki dystin í fullum álvara
B71 var púrasta fyri ongum fyrstu fimm landskappingardystirnar. Heili 23 ferðir fór Símin Rógvi Hansen í meskarnar eftir bóltinum, tí mótstøðuliðini høvdu fingið mál. Úrslitini góvu greiðar ábendingar um, at sandoyingar høvdu ikki uppiborið pláss millum teir bestu í føroyskum fótbólti.
Keðiliga gongdin hjá B71 var helst eisini orsøkin til, at fuglfirðingar ikki tóku uppgávuna í fullum álvara hesaferð. Tað ásannar Dánjal á Lakjuni, sum var millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF.
- Avrikið bendir í øllum førum á tað. Hetta var als ikki nøktandi hjá okkum, sigur hann.
Thomas Hans Rubeksen legði gestirnar á odda, tá dysturin var 13 minuttir gamal. Hann fekk møguleikan úr ellivu metrum, tá dómarin hevði floytað fyri brotssparki. Hann ivaðist ikki.
Høgni Midjord tekur undir við, at stríðshugurin var framúr hesaferð.
- Tað hevur eisini stóran týdning, at vit fáa mál beinanveg. Tað gevur okkum onkursvegna trúnna á, at vit kunnu væl spæla við í bestu deildini, sigur hann.
Fuglfirðingar vóru meira á bóltinum. Gestirnir av Sandoynni hugsaðu fremst av øllum um at verja og bróta niður spælið hjá heimaliðnum. Tað eydnaðist. ÍF spældi seg sjáldan til upplagdar møguleikar. Tó so, Dánjal á Lakjuni kundi í tveimum førum fingið mál, men hann tók ikki av.
- Vit vóru nakrir, sum syndaðu í dag. Tað sigur seg sjálvt, at tekur tú ikki av møguleikunum, so vinnur tú ongan fótbóltsdyst, greiðir hann frá.
Spentu álopsbogan
Boðini frá Piotr Krakowski, venjara hjá B71, vóru greið í hálvleikinum. Tað var lítið bit í framrættaða spælinum hjá sandoyingum í fyrra umfarinum. B71 noyddist fram á vøllin.
- Hann tosaði um, at tað var ov tíðliga at bara hugsa um at verja. Vit máttu royna at spenna álopsbogan og bjóða av. Tað var rætta loysnin, tí vit fáa eitt mál afturat, sigur Høgni Midjord. Hann sipar til snarálopið, tá Tijani Mohammed økti um leiðsluna. Tá restaðu fimm minuttir í. Chris Moumaife, ÍF, svaraði aftur minuttin seinni. Hóast fuglfirðingar trýstu seinastu løtuna, eydnaðist ikki at fáa stig. Sandoyingar gjørdu manngarð á brotsteigarmarkinum og vardi borg.
- Hesin sigurin hevur ómetaliga stóran sálarligan týdning. Vit hava lagt stak illa frá landi, men nú vita vit, at tað ber til, sigur Høgni Midjord.
Soleiðis skal tað gerast
Tað er ein sannroynd, at Piotr Krakowski hevur sera smalan spælarahóp at arbeiða við. Skaðar og leikbann merkjast helst best á Sandoynni, sammett við hinar hóparnar í bestu deildini. B71 fann hinvegin aftur á slóðina hesaferð. Tað ræður um at brúka uppleggið sum riggar. Sandoyingar eru førir fyri at stríðast og renna eftir bóltinum allan dystin. Tað riggaði sera væl í fleiri landskappingardystum í fjør, og var somuleiðis fremsta orsøkin til, at liðið varðveitti sætið í bestu deildini. Tað skal Krakowski leggja dent á. Nú hava sandoyingar prógvað, at tað ber til.