Tað segði bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, í morgun við bretska BBC.
– Tíbetur var sjúkan funnin tíðliga, og nú ynskja øll, at hann fær ta viðgerð, honum tørvar, og kemur fyri seg aftur, segði Rishi Sunak.
Forsætisráðharrin segði, at hann og Charles kongur javnan hava samband. Eins og plagar at vera.
Læknarnir hava mælt kongi til at avlýsa allar uppgávur og skyldur í almenninginum, so leingi hann er í viðgerð.
Tað hevur sambært Sky News fingið kongin at senda út eina umbering.
Tað er tó óvist, hvat slag av krabbameini talan er um.
/ritzau/