Krabbameinsfelagið tekur fult undir við Sámal Petur í Grund

? Tá ið tað nú kemur fram í donskum og føroyskum fjølmiðlum, at viðgerðin á Ríkissjúkrahúsinum ikki altíð er á hædd við onnur sjúkrahús, má hetta kannast, tí slíkum úttalilsum kunnu sjúklingarnir ikki liva við, sigur Føroya Felag Móti Krabbameini

Heilsubót

?Tað er umráðandi, at vit altíð tryggja okkara sjúklingum tað bestu viðgerðina.
Tí tekur Føroya Felag Móti Krabbameini fult undir við Sámal Petur í Grund Landsstýrismanni, tá ið hann sigur, at hann fer at kanna møguleikarnar fyri, at føroyingar, sum fáa krabbamein, kunnu fáa betri viðgerð aðrastaðni enn á Ríkissjúkrahúsinum, ella í Danmark annars.
Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir hjá Føroya Felag Móti Krabbameini , sigur, at tað er gott, at Landsstýrismaðurin fer at seta kanningar í verk fyri at vita, um tann viðgerðin, føroyingar, sum fáa krabbameinteir fáa, er nóg góð.

Tølini eru batnað
Hon sigur, at hóast tølini fyri ávís sløg av krabbameini, eitt nú bróstkrabba og krabba í langanum, eru batnað seinastu árini, vísa kanningar enn, at sum heild koma fleiri sjúklingar við krabbameini undan við lívinum í Noregi og í Svøríki, enn í Danmark.
?Tølini fyri norðurlondini tala fyri seg og tey vísa, at tað doyggja lutfalsliga fleiri danir av krabbameini enn tað doyggja norðmenn og sviar.
? Akkurát hví danska heilsuverkið haltar aftaná hini norðurlondini í hesum føri, vita vit ikki nágreiniliga. Tað er ikki vist, at tað er sjálv viðgerðin, sum ikki er nóg góð. Tað kann verða, at tað eru tær fyribyrgjandi kanningarnar, sum norðmenn og sviar gera, sum gera munin, men tað kann eisini vera tí, at bíðitíðin í Danmark er ov long afturímóti í Noregi og í Svøríki.
?Tí taka vit heilt avgjørt undir við, at viðurskiftini í Noregi, Svøríki og Íslandi við, verða kannað, sigur hon.
Jancy Gaardlykke sigur, at sjálvsagt er tað at fegnast um, at úrslitið hjá teimum, sum fáa krabba og brósti og langa eru batnað, men tað er ein sannroynd, at enn eru tað fleiri danir sum doyggja av krabbameini enn tað eru norðmenn og sviar.

Ongi føroysk tøl
Hon sigur, at hvussu hagtølini eru fyri føroyingar,vita vit ikki.
?Tað var ikki fyrrenn í 1995, at vit fóru undir at skráseta krabbameinssjúklingar í Føroyum, men tíverri hava vit enn onga uppgerð fingið fyri, hvussu tað gongst føroyingum við krabbameini.
? Tað er stórt spell, at vit ikki hava fingið skrásetingina fyrr, tí viðurskiftini í Føroyum líkjast ikki altíð viðurskiftunum í Danmark, sum vit mangan hava lyndi til at halda.
? Eitt nú vita vit, at í Føroyum eru færri tilburðir krabbameini í langa enn tað eru í Danmark. Hinvegin hava vit fleiri tilburðir av krabbameini í maganum.
? Tí hevur tað stóran týdning, at vit fáa okkara egnu tøl, tí sum er, fáa vit ikki víst á nøkur úrslit ella samanborið støðuna í Føroyum við støðuna í øðrum londum, tí enn vita vit ikki, hvussu føroyskir krabbameinssjúklingar klára seg.
Jancy Gaardlykke sigur, at nú eru vit í Føroyum sjálvi før fyri at viðgera ymisk sløg av krabbameini. Men stráluviðgerð fáa vit ikki givið í Føroyum.
Hon vísir í hesum viðfangi á, at hóast danir hava tryggjað krabbameinssjúklingum skjóta viðgerð, er bíðitíðin eftir at sleppa í stráluviðgerð oftani yvir ein mánað.

Má kannast
Jancy Gaardlykke gevur læknastjórarnum á Landssjúkrahúsinum rætt í, at tað er ein stórur fyrimunir at hava gott samstarv við eitt ?ella fá? sjúkrahús, har vit kenna arbeiðsgongdirnar og har vit hava eitt gott samstarv.
Í okkara føri er tað við Ríkissjúkrahúsið. Ein partur av hesum samstarvi er, at fýra ferðir um árið koma ráðgevarar av Rìkissjúkrahúsinum til Føroya at kanna krabbameinssjúklingar og at undirvísa.
? Hetta er ein stórur fyrimunir, tí vit hava ongan serlækna í krabbameini í Føroyum.
?Men tá ið tað nú kemur fram donskum og føroyskum fjølmiðlum, at viðgerðin á Ríkissjúkrahúsinum ikki altíð er á hædd við onnur sjúkrahús, má hetta kannast, tí slíkum úttalilsum kunnu sjúklingrnir ikki liva við, tí tað skapar ótryggleika.
? Tí taka vit fult undir við Sámal Petur í Grund, tá ið hann sigur, at hann fer at kanna, um tann viðgerðin, sum verður givin í dag, er fult á hædd við ta viðgerð, sum verður givin aðrastaðni.
? Tí er tað rætt at kanna, um vit ikki kunnu fáa eitt betri úrslit við at samstarva við okkurt annað sjúkrahús, serliga tá ið tað eisini frættist, at Ríkissjúkrahúsið ikki gevur viðgerð, sum tað ber til at fáa á øðrum sjúkrahúsum.
? Hon sigur, at støðan hjá Krabbameinsfelagnum er púra greið, at føroyingar betala fyri viðgerðina og tí er ongin orsøk til at betala fyri nakað annað enn tað bestu viðgerðina.