Fígging
Nú kemur eitt nýtt alternativ á marknaðin, tá tosast skal um fígging til vinnulív, kommunur, stovnar v.m.
Í lýsingum í bløðunum hevur Kaupthing Føroyar nevnliga boðað frá, at tey nú eisini vilja sleppa upp í part, tá pengar skulu lænast út.
Komplett útboð
Talan verður tó ikki um privatlán til bilar, sethús og annað. Í øllum førum ikki í fyrsta umfari.
Tað er nevnliga fyrst og fremst vinnan, sum kemur at fáa hendan nýggja møguleikan, sigur Petur Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar.
- Hetta gera vit fyrst og fremst, soleiðis at vit kunnu hava eitt meira komplett útboð til vinnulívið, har vit longu nú eru rættiliga aktivir, sigur stjórin. Og hann leggur afturat, at orðið »vinna« í hesum føri skal fatast í breiðum týdningi, tí stovnar, kommunur og onur kunnu eisini vera við í hesum.
Spurdur, um hetta ikki eisini kann síggjast sum eitt slag av »hjálp til sjálvhjálp« ella sum ein háttur at nøra um tey, sum longu eru á virkisøkinum hjá Kaupthing, sigur stjórin, at tað heldur hann ikki.
- Vit seta so onga treyt um, at lánsøkjarar eru aktivir í øðrum av okkara veitingarøkjum. Sum sagt, so meta vit við hesum, at vit koma at hava eitt meira komplett útboð til vinnulívið. Sjálvandi eru tey altíð vælkomin á onnur veitingarøki hjá okkum, men tað er so eingin treyt.
Men tá tit soleiðis bjóða tykkum fram til vinnulívsfígging. Er talan so um nøkur ávís projekt, har tit ætla tykkum inn.
- Sjálvandi síggja vit nakrar áhugaverdar møguleikar, men tað er ikki einvíst hesar, sum vit leggja okkum eftir. Vit koma sum ein nýggjur útbjóðari á marknaðin, og so taka vit kappingina upp við hinar útbjóðararnar, sigur Petur.
Millum útbjóðararnar á føroyska marknaðinum er sum kunnugt eisini Føroya Sparikassi. Sparikassin eigur sum er part av partabrøvunum í Kaupthing Føroyar, men hetta er ikki nakað, sum fer at ávirka marknaðarstøðuna, sigur Petur.
- Kaupthing er eitt sjálvstøðugt felag, so tað verður í vanligari kapping við Sparikassan eins væl og onnur, sigur hann.
Óavmarkað styrki
Tað verður Kristian Petersen, sum eisini er leiðari á vinnutænastuøkinum hjá Kaupthing, sum verður leiðari á nýggja veitingarøkinum hjá felagnum. Og hann ivast ikki í, at tey í Kaupthing væl og virðiliga verða kappingarfør á nýgg veitingarøkinum.
- Mest av øllum, so haldi eg, at vit við baklandi okkara hava eina stóra styrki og eina stóra vitan. Kaupthing er í løtuni níggjundi størsti bankin í norðanlondum við eini samlaðari fíggjarjavnvág á 55 mia kr. Tað merkir í veruleikanum, at tað ikki er nakað projekt í Føroyum, sum er so stórt, at vit ikki hava neyðugu fíggingarorkuna. Hartil er útboðið hjá Kaupthing av fíggingarmøguleikum somikið stórt, at vit stórt sæð kunnu bjóða tann fíggingarháttin, sum kundin ynskir. Tað er so nakað, sum vit eisini koma at meta um í hvørjum einstøkum føri, sigur hann.
Í fyrsta umfari verður avmarkingin tó tann, at talan bert verður um vanligar lánveitingar. Altso ikki um kassakredittir v.m., men hvørki Petur ella Kristian vilja útiloka, at hetta eisini kann gerast partur av útboðnum í framtíðini.
Vinnan bíðar í spenningi
Og einki er at ivast í, at vinnan sær fram, at talan verður um enn ein útbjóðara á lánimarknaðinum. Fram til fyri ikki so nógvum árum síðani var tað so, at hetta var nakað, ið fyri tað mesta avmarkaði seg til bankarnar, men tá nýggja sparikassalóggávan varð sett í gildi, komu hesir eisini inn sum nýggir aktørar. Nakað sum alt fyri eitt hevði við sær harðari kapping um kundarnar, og sum hesir so aftur merktu í betri tænastu og lægri prísum.
Spurdir, hvørt enn eitt rentufall á marknaðinum er væntandi, nú Kaupthing kemur sum nýggjur útbjóðari á marknaðin, siga teir, at tað kunnu teir so ikki lova.
- Vit koma sum sagt nýggir inn á marknaðin, og vit fara so at taka kappingina upp við hinar. So má tíðin vísa, hvat hetta fer at merkja.










