Krím letur skúlarnar í Moskva aftur

Ein hervilig krímsjúka er farin at gera um seg í Russlandi. Myndugleikarnir siga, at sjúkan hevur fingið skúlamyndugleikarnar at lata fleiri barnaskúlar í Moskva aftur, og tað sama hava skúlamyndugleikarnir í tveimum øðrum býum gjørt.

Almennir talsmenn siga, at í Moskva eru umleið 1.500 skúlar stongdir, og umleið ein hálv millión børn eru við hús. Framhaldsskúlarnir eru kortini opnir.

Heilsumyndugleikarnir í Moskva hava skrásett 92.000 tilburðir av tí herviliga kríminum í býnum, og av teimum eru umleið 52.000 børn.

Sambært russisku fjølmiðlunum er krímsjúkan tann ringasta síðani 1998.

Samstundis hava myndugleikarnir skrásett fleiri tilburðir av svínakrími í Moskva og øðrum stórum býum.