Fyrr í morgun koyrdi ein persónbilur ínn í eina mannamúgvu í Berlin. Seinastu tíðindini siga, at eitt fólk hevur latið lív og eini 12 fólk hava fingið skaða og eini fimm fólk eru í lívsvanda.
Tað var á horninum ímillum Rankestrasse og handilsgøtuna, Kurfürstendamm, har hetta er hent, og hetta eru gøtur, at rættiliga nógv fólk er. Eygnavitni siga, at bilurin fór av vegnum, upp á gingubreytina og rakti fleiri fólk, áðrenn hann fór tvørturígjøgnum ein handilsglugga. Tað eru fleiri hundrað metrar frá har hann rakti fólkini, til handilsgluggan, har hann rendi seg fastan.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum koyrdi bilin, er handtikin. Hann royndi at sleppa sær til rýmingar, men fólk á staðnum tóku hann og hildu honum til løgreglan fór við honum.
Tað ljóðar, at bilførarin er eini 60 ár, og løgreglan veit ikki um tað var við vilja, at hann koyrdi inn í mannamúgvuna, og um tað var ein yvirgangsatsókn. Talan kann eisini vera um eina vanlukka av onkrum slagi og talan kann eisini vera um, at bilførarin kann hava fingið okkurt slag av dánilsi.