Yvirhøvur hevur tað verið friðarligt, tað, ið higartil er farið av vikuskiftinum. Tað sigur løgreglan í morgun. Men í gjárkvøldið varð ein bilur steðgaður í Kollafjarðardali, og løgreglan sigur, at bilførarin er skuldsettur fyri at koyra undir ávirkan av rúsevnum, og sostatt er blóðroynd tikin av honum.
Men oman á tað, vísti tað seg, at hann hevði heldur ikki koyrikort. Løgreglan sigur, at hann hevur mist tað og ikki tikið tað aftur, so hann verður eisini skuldsettur fyri tað.
Annars gørdi løgreglan ferðmátinar ymsastaðni í Eysturoy. Har vórðu nógvir bilar mátaðir, men eingin varð skrivaður fyri at koyra ov skjótt – men onkur fekk ein lyftan fremstafingur frá løgregluni fyri at halda seg eitt lítið sindur skeivu megin ferðmarkið, men hann slapp við tí gula kortinum.