Koyrandi gjøgnum Norðskálatunnlin í 40 ár

Í dag eru liðin 40 ár síðani, at Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu

Í dag eru liðin 40 ár síðani, at Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu – tunnilin, sum knýtti Streymoynna og vestaru síðu av Eysturoy saman við eystara parti av Eysturoy. Tá var koyrandi úr Kirkjubø til Selatraðar, sum leingi var longsta vegastrekkið í Føroyum.

 

Tað var Atli P. Dam, løgmaður, sum klipti snórin hendan dagin við hátíðarhald, sum varð hildið við eystara tunnilsmunnan.

 

Ári fyri, á sumri í 1975, var hátíðarhald hildið vestaru megin, tá Dánjal Pauli Danielsen, landsstýrismaður, lat seinasta skotið av, so opið var gjøgnum tunnilin.

 

Eftir at skotið varð latið av, og tunnilsmunnin varð ruddaður, fór fylgið til gongu gjøgnum tunnilin til hátíðarhald, sum varð hildið í arbeiðsbarakkunum eystaru megin tunnilin.

 

Hetta var fyrsti tvísporaði tunnilin í landinum – og við sínum 2.500 metrum eisini tann longsti tunnilin.

 

Arbeiðið at gera tunnilin, 3,8 km av vegi vestanfyri og 1,5 km eystanfyri kostaði tilsamans 40 milliónir krónur.

 

 

Niðanfyri síggjast myndir úr Sosialinum og Dimmalætting, vóru við til hátíðarhaldið.

 

TRÝST HER fyri at lesa tað, sum Sosialurin skrivaði um hendingina 28. august í 1976

 

TRÝST HER fyri lesa tað, sum Dimmalætting skrivaði um hendingina 26. august í 1976