- Í 2030 skal tað verða koyrandi úr Streymoynni í Sandoynna og Suðuroynna.
- Tað er eitt mál, vit eiga at tora at seta okkum sjálvum, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.
Á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy herfyri luftaði hann sínar visjónir fyri framtíðar samferðslukervinum í Føroyum.
Og hann avdúkaði, at hann hevði stór mál.
Hann er sannførdur um, at vit eiga at seta okkum sum mál at fara undir undirsjóvartunnil úr Streymoy í Sandoy sum allarskjótast, og síðani eiga vit at fara undir ein undirsjóvartunnil afturat úr Sandoy í Suðuroy.
- Eg haldi, at tað skal vera okkara mál, at í 2030 skulu allar Føroyar verða bundnar saman, sigur Jørgen Niclasen.
Í hesum sambandi hugsar hann sjálvandi ikki um at knýta meginoyggjarnar saman, tí hann hugsar ikki um fast samband í útoyggjarnar.
Men longu um 19 ár skal tað vera koyrandi av Viðareiði til Bíggjar og heilt til Sumbiar.
Spara tvær milliardir
Jørgen Niclasen sigur, at hetta er ikki nakað, vit eiga at seta í verk, bara fyri at gera tað lættari at búgva kring landið
- Hetta er nakað, vit heilt einfalt skulu gera, tí tað loysir seg fíggjarliga fyri samfelagið, sigur formaður Fólkafloksins.
Hann staðfestir, at strandferðsluskipini Smyril og Teistin kosta landinum 120 milliónir í rakstri um árið, men so er sjálvandi nakað av inntøkum.
Men taka við eitt tíðarskeið upp á 30 ár, er talan um eina útreiðslu upp á 3,6 milliardir, sum tað almenna spýtir í ruturnar ímillum Streymoy og Sandoy og ímillum Streymoy og Suðuroy.
Men um 30 ár eru Smyril og Teistin uppslitin, so tá verður harafturat neyðugt við nýggjum skipum og tá fara tey at kosta eina milliard tilsamans.
- Gera vit ongar tunlar, skulu vit sostatt brúka 4,6 milliardir í nútíðarkrónum í rakstrarútreiðslum til ferðasambandið til Sandoy og Suðuroy.
- Hinvegin vísa metingar, at fast samband ímillum Streymoy og Sandoy og víðari til Suðuroyar, kostar 2,6 milliardir.
- Tí er fast samband ein íløga, sum avgjørt loysir seg fíggjarliga, sigur Jørgen Niclasen.
Í hesum føri spara vit tvær milliardir, leggur hann afturat.
Men hann vísir samstundis á, at tað loysir seg eisini av øðrum orsøkum.
- Áðrenn vit fingu undirsjóvartunlarnar, var Sundalagið tað stóra vakstrarøkið í landinum, afturat Havnini. Men nú er tað Vágar og tað er bara tí at vit fingu undirsjóvartunnil.
Formaður Fólkafloksins ivast sostatt ikki í, at tað, sum tryggjar menning í einum øki, er fast samband og tí eiga vit ikki at helma í á hesum øki.
Skulu altíð gera tunlar
Skulu vit gjalda allar tunlarnar í kassa eitt, verður leingi áðrenn vit klára at byggja samfelagið út.
Tað helt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum herfyri.
Hann heldur, at tunlar eiga altíð at vera ein partur av raðfestingum á fíggjarlógini
Hann vísti á, at fyrr hevði Landsverk eitt tunnilstoymið, sum at kalla altíð var í holt við ein tunnil.
Samstundis vórðu størri tunlar bjóðaðir út, men undirstjóvartunlarnir verða goldnir yvir raksturin í eitt ávíst áramál.
- Eg haldi, at vit eiga at gera eina skipan, har tunlar verða goldnir yvir raksturin í einum áramáli, tí skulu vit gjalda allar íløgur í einum, so hvørt vit byggja út, gongur alt ov long tíð, áðrenn vit klára at byggja landið út.
Hann heldur, at serliga síðani Føroyar vórðu eitt valdømi, hevur tað verið tórført at raðfesta tunnilsgerðir kring landið.
230 milliónir
Í dag rinda tey, sum koyra bil, rinda í dag einar 230 milliónir krónur til undirstøðukervið í landinum, altso til vegir, tunlar og brýr.
Hetta er tað, sum bileigarar rinda landskassanum í vegskatti og øðrum avgjøldum.
Hinvegin brúka vit bara 17 milliónir til at røkja hetta sama undirstøðukervið og til ábøtur og vit brúka góðar 40 milliónir til nýgerð.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum heldur, at sostatt rinda bileigarar ríkiligt í landskassan fyri at koyra bil.
Tí vil hon ikki hoyra talan um at finna aðrar skipanir sum føra við sær, at gjaldið verður enn hægri, eitt nú við samhaldsføstum skipanum at ymsum slagi og fleiri bummgjøldum.
- Sum støðan er nú, rinda bileigarar einar 170 milliónir meiri í landskassan, enn landið brúkar aftur upp á undirstøðukervið til ábøtur, røkt og nýgerð og tað mugu vit klára at húsast fyri, heldur Jøregen Niclasen.
Hann sigur, at tí fer tað at vera eitt krav frá Fólkaflokkinum, at størri partur av íløgukarminum skal brúkast til vegir og tunlar kring um í landinum.