Petur E. Nielsen, Sandavágur
Hetta vóru gleðiboðini, sum P/F Vágatunnilin kunngjørdi m. a. á heimasíðuni tann 10. december 2004, tá Vágatunnilin fylti 2 ár.
Hóast hetta er tíðin við jólamonnum og gávum, hevði eg kortini ilt við at trúgva, at nevndin í P/F Vágatunnlinum veruliga vildu loyva "kubba-trælunum", herundir eisini okkum pendlarum, at koyra eina einastu ferð ókeypis ígjøgnum Vágatunnilin - serliga tá hugsað verður um, at hetta er fyrstu ferð, vit høvdu møguleikan at koyra ókeypis ein arbeiðsdag og ikki ein leygardag!
Og hetta tóktist eisini vera galdandi á 2 ára føðingardegnum, tá allar Føroyar annars vórðu bodnar ókeypis til Vágarnar at skoða apurnar, sum hava verið so tollutar at fingið sær hálsband, sum eyðmerkir tær frá hinum, sum ferðast inn og út úr apubúrinum.
Tá eg fríggjadagin tann 10. december 2004 kl. 08.05 fór ígjøgnum Vágatunnilin á veg til arbeiðis, legði eg til merkis, at svartir plastposar vóru smoygdir útyvir gjalds-skeltini, og at nýggj skelti vóru sett upp sum søgdu »Ókeypis koyring - free passing«.
Fyri rættuliga at njóta hesa stóru løtuna, tá ein pendlari - ein arbeiðsdag - heilt ókeypis kundi koyra ígjøgnum holið, setti eg ferðina niður á 20 og hevði hug at tríva í ein jólasálm.
Men gakk - grøna ljósið lýsti sum vanligt, tá eg fór framvið gjaldsstøðini sum tekin um, at eitt klipp varð trekt av mínum 40-túra kubba.
Við samanbitnum tonnum koyrdi eg til arbeiðis og ringdi síðani til Vágatunnilin og spurdi, hvussu ein bilur við kubba kundi tryggjað sær, at tað ikki varð tikið eitt klipp av kubbanum hendan dagin. Fólki hjá Vágatunnlinum svaraði fryntliga, at tey snøgt sagt høvdu sløkt skipanina. Eg spurdi síðani, um eg á nakran hátt kundi síggja, at skipanin var sløkt, og tá varð sjálvsagda svarið, at onki lýsti, tá koyrt varð ígjøgnum. Eg bað so upp á forhond orsaka mítt orðaval og spurdi, hví tað so lýsti grønt hjá mær, tá eg koyrdi ígjøgnum fyri einum hálvum tíma síðani. Nú var tøgn eina løtu í hinum endanum - spurt varð, hvat nummarplátu bilurin hjá mær hevði og hvat telefonnummar eg hevði, so tey kundu kanna málið og venda aftur til mín.
Nakrar tímar seinni fekk eg teldupost frá Vágatunnlinum við hesum orðaljóði: »Sambært telefonsamrøðu okkara í morgun skal eg siga frá, at skipanin er sligin frá. Vit hava boðað frá, at tað er frítt at koyra 10.12.2004 og tað er tað fyri øll."
P/F Vágatunnlinum líkt varð svarað í eyst tá spurt varð í vest, so eg spurdi aftur, um orsøkin til, at tað lýsti grønt hjá mær var, at skipanin ikki varð sløkt fyrr enn eftir kl. 08.05, ella um tað í veruleikanum varð trekt eitt klipp av kubbanum, sum síðani skuldi góðskrivast mær í kubbahaldinum.
P/F Vágatunnlinum mátti so viðganga, at innkrevjingarskipanin kortini ikki var sløkt, men at hon varð sett í »free-modus« sum merkir, at allir túrar verða skrásettir, men fyri prís kr. 0,00. MEN, segði Vágatunnilin - og haldi tykkum nú fast - at »skipanin inn ímillum byrjar at krevja aftur av sær sjálvari. At mín kubbi lýsti grønt merkti sostatt, at skipanin var farin í sjálvdrátt og hevði tikið eitt klipp av kubbanum (hon kundi ivaleyst ikki bara sær, tá hon sá ein troystaríkan og smílandi pendlara koma fram við!).
P/F Vágatunnilin segði seg vilja gjøgnumganga allar kubbarnar, sum hava koyrt ígjøgnum tunnilin tann 10.12.2004 fyri at bóka »føðingardags-klippið« inn aftur á kubban.
Nú skuldi ein trúð, at mistakið var rættað og jólafriðurin tryggjaður, men øll við kubba vita tó av beiskum royndum, at tað er svartasta ómøguligt at fylgja við, um faktureringin hjá Vágatunnlinum samsvarar við talið av koyrdum túrum, tí felagið er snøgt sagt ikki ført fyri at fylgja við hesum, hóast tað í upprunaliga varð lagt upp til, ein ferðandi altíð kundi biðja um útgreining av koyrdum túrum.
Tað er ein sannroynd, at fleri av teimum uttan kubba hava fingið ókeypis túrar, tí vanliga innkrevjingarskipanin ongantíð fekst at rigga. Við kubba-skipanini er eftir øllum at døma beint øvugt - hon vil ikki akta P/F Vágatunnilin, sjálvt tá felagið hevur føðingardag, men krevur pengar inn, tá tað passar henni!
Var tað ikki fyri pendlarum - og hinum, sum hava verið so kúbýtt at keypa sær ein kubba - so hevði Vágatunnilin heldur ikki fingið 27 av teimum 32 mió í inntøkum, sum av røttum áttu at komið í kassan, um hugt verður eftir veruliga talinum av bilum, sum hava ferðast ígjøgnum tunnilin í 2003.
Sannleikin er nevniliga tann, at ferðandi við kubba - t. v. s. serstakliga vit vágafólk og onnur sum nýta tunnilin nógv - eru tey einastu, sum P/F Vágatunnilin hevur kunnað kravt hvørt tað einasta oyra í bummgjaldi frá!
Til fyrimuns fyri P/F Vágatunnilin skal tó kortini sigast, at ikki kann væntast nógv skil av einum 2 ára gomlum føðingardagsbarni.
Tillukku við degnum og gleðilig jól!