Tingmaðurin, Helgi Abrahamsen hevur sett Kára P. Højgaard, innlendismálaráðharra fyrispurning um hvørjar ætlanir eru við vegasambandinum til Gjáar.
Hann vil hava at vita, hvat tað kostar at rudda vegin fyri kava um veturin, og hvat tað kostar at gera ein tunnil higar, um ein altso ætlar tað.
Helgi vísir á, at vegurin til Gjáar er tann dýrasti vegurin í Føroyum at halda opnan í kava. Hann liggur høgt uppi og á einum øki har ábart er fyri høgættini, og tí eru gjáarfólk meiri enn sinnað fyri at ein tunnil verður gjørdur higar.
- Hetta er sjálvandi ein dýr loysn, men íløgan kann helst sparast inn aftur í rakstri eftir fáum árum, vísir Helgi Abrahamsen á.
Myndin er tikin ein vetrardag, tá ein fremmandur bilur á summardekkum var ávegis um Gjáarskarð










