Kostaðu 26.000 kr at fara til Danmarkar við sjúkum barni

SJÚKLINGAR Tá ið ein pápi, sum var í Danmark við einum sjúkum barni, skuldi heim aftur, fekk hann eina rokning upp á 26.000 krónur frá sjúklingahotellinum í Keypmannahavn

Tað kann verða dýrt at fara til Danmarkar við einum sjúkum barni.
Hetta mátti ein familja ásanna, eftir at eitt av teirra børnum brádliga varð rakt av ringari sjúku.
- Foreldrini gørdu tað, sum tey flestu foreldur helst høvdu gjørt og tað var, at tey fóru bæði niður við barninum, sigur Jenis av Rana, tingmaður.
Hann sigur, at Landssjúkrahúsið hevði sent mammuna við sum fylgjari, men at pápin eisini fór niður við eisini.
- Tá ið pápin fór av sjúklingahotellinum aftur, fekk hann eina rokning frá hotellinum upp á slakar 26.000 krónur fyri uppihald í góðar fimm vikur.
Her var talan um eina eyka byrðu, sum varð løgd á herðar, sum frammanundan vóru tyngdir av sjúku, sigur Jenis av Rana.

Meiningsleyst
Hann staðfestir eisini, at við hesum verður stórur mismunur gjørdur á fólki, alt eftir um talan er um sjúku, sum kann viðgerast í Føroyum, ella um neyðugt verður at fara uttanlands.
- Kann sjúkan viðgerðast í Føroyum, kunnu foreldur uttan trupulleikar verða um
barnið allan sólarringin, og tey kunnu enntá røkja síni størv.
- Men noyðast tey av landinum við sjúkum barni, noyðast tey at gjalda í dýrum dómum fyri at kunna verða saman við barninum, sum flestu foreldur sjálvsagt vilja.
Hann sigur, at hesi viðurskifti vera upp aftur meiningsleysari, tá ið hugsað verður um, at mannagongdin við fylgjarum er ymisk, alt eftir hvat tað er fyri sjúkrahús, sum sendir sjúklingin av landinum.
- Hvørjar sømdir, sjúklingar hava at fáa fylgjara við sær, veldst alt um, hvør yvirlækni sendir sjúklingin av landinum og soleiðis kann tað ikki vera, tí vit skulu øll viðgerast eins.

Alt fyri eitt
Jenis av Rana vil nú hava at vita um landsstýrismaðurin í heilsumálum, partamaður hansara, Karsten Hansen, ætlar at gera nakað við hesi viðurskifti.
Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur, at gjaldið, sum verður kravt frá avvarðandi, sum gista á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn í sambandi við sjúku hjá sínum nærmastu, er sosialt, etiskt, menniskjaligt, rættvíst ella forsvarligt.
Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar at broyta mannagongdirnar, so at føroyskir sjúklingar, og teirra avvarðandi, sleppa undan hesari órímiliga og byrðu, sum tað er helt tilvildarlig, hvussu hon rakar ymsar sjúklingar, alt eftir, hvør sendir teir av landinum.
Hann helt ikki, at ábyrgdin at fáa samanhang í raksturin á Hotel Tórshavn, kann leggjast á sjúklingar.
- Tá ið fólk koma í eina støðu, at tey hava brúk fyri at fara til Danmarkar, liggur tað ikki fremst huganum hjá teimum avvarðandi, sum eru fylgjarar, at kanna eftir á hotellinum, hvussu rokningar skulu rindast.
- Hetta er djúpt óetiskt og eigur at verða broytt alt fyri eitt, sigur Jenis av Rana.
hann legði afturat, at hetta ítøkiliga málið er kært, men er avvíst ”kalt og kyniskt”, sum hann málbar seg.
Hann leggur afturat, at hetta er langt frá eindømi um, at fylgjarar hava fingið stórar rokningar.
Les eisini greinina: Bíligari at fara til Danmarkar við sjúklingum