Kostaði 26.000 krónur at fara til Danmarkar við sjúkum barni

Tað kann verða dýrt hjá foreldrum at fara til Danmarkar við einum sjúkum barni.

Hetta mátti ein familja ásanna, eftir at eitt av teirra børnum brádliga varð rakt av herviligari sjúku herfyri.

Foreldrini gørdu tað, sum flestu foreldur høvdu gjørt og tað var, at tey fóru bæði niður við barninum, sigur Jenis av Rana, tingmaður.

Hann sigur, at Landssjúkrahúsið hevði sent annað av foreldrunum við sum fylgjari, men at hitt foreldrið fór við eisini.

- Tá ið tann av foreldrunum, ið ikki var fylgjari, fór av sjúklingahotellinum, fekk tað eina rokning frá hotellinum upp á slakar 26.000 krónur fyri uppihald í góðar fimm vikur.

Jenis av Rana sigur, at her var talan um eina eyka byrðu, sum varð løgd á frammanundan herðar, sum frammanundan vóru tyngdir av sjúku.

Hann staðfestir eisini, at við hesum verður stórur mismunur gjørdur á fólki, alt eftir um talan er um sjúku, sum kann viðgerast í Føroyum, ella um neyðugt verður at fara uttanlands.

- Kann sjúkan viðgerðast í Føroyum, kunnu foreldur uttan trupulleikar verða um barnið allan sólarringin, og tey kunnu enntá røkja síni størv.

Men noyðast tey av landinum við sjúkum barni, noyðast tey at gjalda í dýrum dómum fyri at kunna verða har, sum flestu foreldur sjálvsagt velja at vera, sum hann málber seg.

Han sigur, at hesi viðurskifti vera upp aftur meiningsleysari, tá ið hugsað verður um, at mannagongdin við fylgjarum er ymisk, alt eftir hvørjum sjúkrahúsi, tú verður sendur av.

Jenis av Rana vil nú hava at vita um landsstýrismaðurin í heilsumálum, partamaður hansara, Karsten Hansen, ætlar at gera nakað við hesi viðurskifti.

Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur, at gjaldið, sum verður kravt frá avvarðandi, sum gista á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn í sambandi við sjúku hjá sínum nærmastu, er sosialt, etiskt, menniskjaligt, rættvíst ella forsvarligt

Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar at broyta mannagongdirnar, so at føroyskir sjúklingar, og teirra avvarðandi, sleppa undan hesari órímuliga og tilvildarligt rakandi byrðu, sum hann kallar tað.