- Vit fara ikki at góðtaka, at vit fáa sosiala dumping í Føroyum.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, staðfesti forkvinnan í felagnum, Ingeborg Vinter, at tað verður ikki treytaleyst at tey fara at góðtaka, at útlendsk arbeiðsmegi kemur til Føroyar at arbeiða.
Hon staðfesti, at tað er stórt trýst á fyri at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, kanska serliga á fiskavirkjunum kring landið.
- Arbeiðsgevarar tvíhalda um, at tað er so stórt trot á fólki, at tað er neyðugt at vildi fáa útlendingar hendavegin at arbeiða.
Hetta er serliga galdandi í fiskivinnuni, men tað er eisini galdandi í øðrum vinnum, legði hon afturat.
Mugu hava fulla trygd
Men hesum hevur Føroya Arbeiðarafelag fyribils sett seg ímóti.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur boðað frá, at hann arbeiðir við eini kunngerð, har tað verður staðfest, undir hvørjum treytum, útlendingar kunnu koma til Føroyar at arbeiða.
Og arbeiðarafeløgini hava gjørt greitt, at tað ber ikki til at taka útlendingar hendavegin í stórum tali, fyrrenn ætlaða kunngerðin um útlendingar er liðug og lýst.
- Tað er neyðugt, at vit vita, hvat kunngerðin fevnir um og hvørjar treytirnar verða, sigur Ingeborg Vinther.
Og tað, sum hon heldur, er serliga umráðandi, er tað, at vissa fæst fyri, at teir útlendingar, sum koma higar at arbeiða, skulu arbeiða eftir galdandi sáttmálum í Føroyum og at teir gerast limir í fakfeløgunum.
- Annars verður vónleyst hjá okkum at fylgja við, um galdandi sáttmálar verða
hildnir, sigur Ingeborg Vinther.
- Áðrenn vit taka útlendingar í stórum tali higar, skulu vit tryggjað, at tað verður undir skipaðum viðurskiftum og vit mugu eisini tryggjað, at vit ikki fáa tað, ið rópt verður sosial dumping, sigur Ingeborg Vinther.
Tað merkir, at arbeiðarafeløgini fara ikki at góðtaka, at útlendingar koma hendavegin at arbeiða fyri løn, sum er lægri enn sáttmálalønin í Føroyum.
Men nú hevur mannarættindadómstólurin í Strasburg felt dóm, har tað er ólógligt at krevja, at fólk eru í fakfelag. Hvussu kunnu tit so krevja, at útlendingar, sum koma higar at arbeiða, skulu verða limir í føroyskum fakfelag
Tað er rætt og slætt ein spurningur, sum vit skulu finna útvegir fyri. Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at útlendingar koma higar at arbeiða fyri undirløn og sostatt knúsa okkara arbeiðsmarknað og øll tey rættindi, vit hava stríðst fyri í næstan eina heila øld.
Føroyingar fyrsta rætt
Men hon vil eisini hava trygt fyri, at útlendingar ikki skúgva føroyingar til viks.
Áðrenn útlendingar koma hendavegin, mugu vit tryggja, at arbeiðsmegin, sum er í Føroyum, hevur trygd fyri arbeiðið, áðrenn útlendingar koma higar at arbeiða.
- Tað má ikki halda fram, at teir útlendingar, ið koma higar at arbeiða, skulu hava tryggjaða 40 tíma viku, tí eina slíka trygging hevur eingin tímaløntur arbeiðari í dag.
- Tað má fyrst av øllum vera so, at tann arbeiðsmegi, sum er í landinum, hava
rætt til arbeiði, áðrenn vit fara út um landoddarnar eftir arbeiðsmegi, sigur Ingeborg Vinther.
Annars fegnast hon um, at Arbeiðsmarknaðarráðið er sett á stovn, sum skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum um arbeiðsmegi, eisini í spurninginum um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.
- Áðrenn vit taka útlendingar í stórum tali higar, skulu vit tryggjað, at tað verður undir skipaðum viðurskiftum og vit mugu eisini tryggjað, at vit ikki fáa tað, ið rópt verður sosial dumping, sigur Ingeborg Vinther.