Korona: Stúrir fyri at jólini fara at seta síni spor

– Eg stúri fyri, at smittutølini í Føroyum fara at hækka munandi, sigur ráðgevari í koronu

– Eg stúri fyri, at um nakrar fáar vikur eru tað nógv fleri fólk í Føroyum, sum hava koronu enn tað eru í dag. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Hann sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu alt fer at laga seg, men sjálvur stúrir hann fyri, at smitturtølini fara at hækka heilt fitt.

 

Hann vísir á, at í grannalondum okkara fara smittutølini beint upp eftir í hesum døgum, og vit kunnu saktans vænta, at tað fer eisini at henda hjá okkum, sigur Pál Weihe. Hann vísir á, at hetta er tíðin við nógvari, sosialari samveru, samstundis sum at nógv fólk kemur uttaneftir og sostatt eru gróðrarlíkindi góð fyri smittuspjaðing.

 

Hann heldur, at tað er ikki so nógv, vit kunnu gera við tað, men hann sigur, at út frá einum læknafakligum sjónarmiði burtur av, eiga vit at gera nógv burtur úr at kanna fólk fyri koronu, bæði við snarkanningum og við kanningunum á sjúkrahúsunum.

 

Skal endamálið vera at finna tey, sum eru smittað, og fáa tey í sóttarhald, eiga vit at halda fram at gera nógvar kanningar. Tann nýggi omikron-varianturin smittar so illa, at tað er ikki til at hava við at gera, so kanningarnar eru eitt avgerandi amboð í royndunum at tálma smittuspjaðing, heldur hann.

 

– Í Føroyum er endamálið at tálma smittuspjaðingini fyri at sleppa undan einum stórum útbroti av omikron. Tí royna vit at vinna okkum tíð til vit eru komin væl longri í arbeiðnum at koppseta fólk fyri triðju ferð, tí tað verjir væl ímóti, at tey, sum fáa omikron, verða illa sjúk.

 

Endamálið er eisini at sleppa so væl burtur úr hesi jólatíðini, sum til ber. Og tað kann vera ein avbjóðing, tí hetta er tíðin tá ið vit, eru nógv saman, og fáa nógvar gestir uttan eftir, og tá eru góð gróðrarlíkindini fyri smittuspjaðing.

 

Klára vit okkum væl ígjøgnum hesa tíðina, er væl sloppið, tí tá ið tað fer at ganga ímóti ljósari tíðum aftur, og vit eru meiri úti, og tá hevur virus ikki so góðar umstøður at spjaða seg.

 

Hann sigur, at ein týðandi táttur í hesum arbeiðnum er at gera nógv burtur úr at kanna fólk, bæði við snarkanningum og við kanningum á sjúkrahúsum. Hann minnir á, at meiri enn helvtin av teimum, sum eru sjúk, og ganga runt og smitta, vita ikki av, at tey eru sjúk og tí er tað týdningarmikið, at eisini fólk, sum einki føla á sær, verða kannað.

 

Tað eru eisini nógv, sum framvegis hana hug at lítisgera koronu. Men tað er Pál Weihe fullkomiliga ósamdur í, tí korona krevur rættiliga nógv mannalív, eisini í tí framkomna heiminum, so talan er um ein veruligan trupulleika, sigur Pál Weihe. Eitt nú vísir hann á, at í einum framkomnum landi sum USA, hevur korona kosta yvir 800.000 mannalív, so tað er altso ikki at spæla við.