Tað verður mangan sagt, at hesin nýggi omikron varianturin er ikki so hættisligur, tí fólk verða ikki serliga sjúk av honum. Nógv eru komin til hesa niðurstøðuna eftir at myndugleikarnir í Suðurafrika, har omikron-varianturin hevur sín uppruna, hava upplýst, at munandi færri av teimum, sum verða smittað við omikron-variantinum, verða innløgd enn tað verða av teimum, sum hava verið smittað við øðrum variantum.
Men serfrøðingar ávara ímóti eini slíkari hugsan, tí teir siga, at enn er ov tíðliga at hava nakra endaliga niðurstøðu um tað.
Men serfrøðingar vísa á, at støðan í Suðurafrika kann ikki samanberast við støðuna um okkara leiðis.
Í fyrsta lagið er miðalaldurin í Suðurafrika nógv lægri enn hann er hjá okkum, og tí eru tey í Suðurafrika, sum verða smittað við omikron-variantinum, nátúrliga í nógv minni vanda. Samstundis vísa kanningar, at eini 70 – 80 prosent av suðurafrikanarum hava kanska longu havt koronu frammanundan.
Í Suðurafrika er støðan sostatt tann, at tey, sum heild, eru í minni vanda fyri at verða illa sjúk, siger Jens Lundgren, professari í smittusjúkum á Ríkissjúkrahúsinum við danskar miðlar nú um jólini.
Serfrøðingar siga, at tað verður ikki fyrr enn einaferð í januar, at vit hava eina haldgóða mynd av, hvussu hart omikron-varianturin rakar.
Men so til tey góðu tíðindini, tí serfrøðingar siga eisini, at hóast omikron breiðir seg sum eldur í hesum døgum, kann hetta eisini vera eitt tekin um, at korona hevur málað seg upp í eini krók. Tað merkir, at í longdini kann tað hava verið ein stórur fyrimunur, ar omikron varianturin fór at ganga, tí tað merkir, at korona fer at hæsa av skjótari enn annars.
Jens Lundgren sigur, at omikron varianturin smittar so illa, at tað er ikki serliga trúligt, at vit fáa ein nýggjan variant, sum kann kappast við omikron í smittuføri. Tí eru serfrøðingarnir nú so smátt farnir at tosa um, at omikron varianturin kann vera byrjanin til endan á koronu, tí at virus ikki fær gjørt nýggjar variantar.
Akkurát sum koppsetingin verjir væl ímóti koronu, verjir tað eisini væl, at fólk hava havt koronu, so at vit fáa eina betri, nátúrliga verju og so fánar korona burtur. Í Suðurafrika var støðan nettupp tann, at smittutølini eru farin at hæsa av, eftir at tey vóru methøg í eina tíð.