Hetta er tað ringasta vit kunnu gera, tí hetta er bæði ómoralskt, órættvíst og órímiligt. Tað er dómurin hjá Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóra alheims heilsustovninum, WHO. Hann er rættiliga fortørnaður um ætlanina hjá heilsumyndugleikunum um okkara leiðir um at bjóða fólki eina triðju sproytu fyri koronu fyri at styrkja órinsverjuna.
Hóast fólk eru koppsett tvær ferðir, er tað ein sannroynd, at mótstøðuførið viknar, tá ið ein tíð er farin og tí hava myndugleikarnir í Danmark nú gjørt av at bjóða øllum eina sproytu afturat fyri at styrkja órinsverjuna. Og hendan dagin segði Landslæknin við okkum, at hann ivast ikki í, at hett eisini verður sett í gildið í Føroyum, tí vit fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum Í Danmark.
LES MEIRI HER: Allir føroyingar fáa helst eisini tilboð um triðja prik
Men stjórin í WHO finst hvassliga at hesi ætlanini, men hann heldur, at tað ein gongd leið, at fólk, sum ikki tola at fáa koronu, fáa eina sproytu afturat. Hann sigur, at skulu vit hugsa um heimssamfelagið, er hetta tað ringasta, vit kunnu finna upp á, at bjóða øllum eina sproytu afturat.
Hann leggur dent á, at vit fáa ikki bast koronu við at sleppa einum heilum heimsparti upp á fjall. Hann vísir á, at í Suðuramerika, Norðuramerika, Evropa, Asia og Avstralia og londum har um vegir, eru yvir 50 prosent av fólkinum koppsett eina ferð fyri koronu. Men í Afrika eru tað bara sjey prosent av fólkinum, sum hava fingið ta fyrru sproytuna. At vit fáa eina sproytu afturat, er annars í samsvari við tilmælið frá heilivágsráðnum í Evropa, EMA.
TV2 skrivar, at Jens Lundgren, professari í medisini á Ríkissjúkrahúsinum, tekur undir við, at fólk yvir 65, og fólk, sum arbeiða í heilsurøktini og eldrarøktini, verða koppsett eina ferð afturat. Hinvegin ivast hann í um tað er rætt eisini at koppaseta tey yngru einaferð afturat, tí hann stúrir fyri at vit verða viðgjørd ov nógv við koppsetingum.
Hann ger greitt, at korona er als ikki av, tí tað verða ímillum 8 og 15 milliónir smittað um vikuna, so tað er full ferð á smittuspjapingini og einasti vegur burtur úr koronu er at gera fólk mótstøðufør, antin við at koppseta tey, ella við at lata tey fáa koronu.