Í dag hava leysatíðindi gingið um, at ein leikari hjá slovakiska liðnum Slovan Bratislava hevur fingið staðfest koronasmittuna. Nú skriva slovakiskir miðlar eisini um hesi leysatíðindi.
KÍ skal eftir ætlan taka ímóti Slovan Bratislava í Klaksvík mikudagin í fyrsta umfarinum í Champions League. Hópurin hjá Slovan Bratislava lendir í Vágum seinnapartin, og teir skulu sum skilst testast, tá teir koma.
Leygardagin spældi Slovan Bratislava ímóti Zlate Moravce, og sambært slovakiska miðlinum sport.aktuality.sk er allur hópurin farin í sóttarhald.
Enn eru tíðindini ikki váttað frá felagnum, og tískil er heldur ikki heilt greitt, um dysturin verður avlýstur ella spældur. Vit hava so einki hoyrt um nakra avlýsing enn. Men vit kunnu rokna við, at felagið Slovan Bratislava fer at boða frá onkrum seinni í dag.











