Korona fingið avleiðingar fyri útflutningin

Hann er munandi minni í ár enn hann var í fjør

Fyrra hálvár í ár var føroyski útflutningurin 10 prosent minni enn hann var fyrra hálvár í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tað er serliga útflutningurin av fiskavørum, sum er minkaður, tí hann er yvir 400 milliónir minni fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Fyrra hálvár ó fjør var útflutningurin tilsamans slakar 4,5 milliardir og fyrra hálvár í ár var hann góðar fýra milliardir.

– Tað er lítið at ivast í, at koronufarsóttin hevur ávirkað heimshandilin og at føroyski útflutningurin eisini er ávirkaður, sigur Hagstovan.

Men tey leggja afturat, at tað er ikki óvanligt, at stór sveiggj eru í útflutninginum. Hyggja vit at útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, síggja vit sveiggj, sum eru bæði størri og minni enn tey eru í ár, sigur Hagstovan

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt minni av flest øllum fiskasløgum enn í fjør, bæði í nøgd og virði.

Útflutningurin av toski er minkaður 146 milliónir ella 23 prosent í virði og í nøgd er minkingin 27 prosent. Tilsamans útfluttu vit tosk fyri 485 milliónir fyrra hálvár í ár.

Vit hava Eisini útflutt minni av makreli og laksi. Minkingin í útflutningi av makreli er 62 milliónir og útflutningurin av laksi er 105 milliónir krónur minni. 

Hinvegin er útflutningurin av svartkjafti vaksin meir enn 3.000 tons í nøgd, ella 13 prosent. Virðið er tó tað sama sum í fjør.