Korona ávirkar svimjikappingina næst vikuskifti

Komandi vikuskifti verður FM og JM á stuttgeil í Svimjihøllini í Gundali í Havn, men tað verður uttan áskoðarar

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava á fundi í kvøld samtykt at halda áfram við fyriskipanini av ætlaðu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu hin 12. til 14. november 2021, tó við fylgjandi tillagingum og avmarkingum vegna støðuna við korona, og sigur soleiðis í fráboðan:

 

»Galdandi tilmæli eru millum annað, at:

 

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.

 

FM og JM á stuttgeil 2021 verða tí fyriskipað uttan áskoðarar, og við minst møguligu manning, so at vit kunnu yvirhalda eisini kravið um at í mesta lagi savna 49 fólk í senn.

 

Innleiðandi riðlarnir verða býttir upp í tveir hópar, har tey ið ikki hava JM-aldur fyrst avgreiða sínar riðlar, og JM-svimjararnir síðani sínar, samstundis sum at JM-svimjararnir tá kappast um JM.

 

FM-finalurnar verða avgreiddar sum vant, tó enn uttan áskoðarar og við minst møguligu manning. Hetta merkir millum annað, at einans teir svimjarar sleppa til finalupartin, ið hava svomið seg í finalu.

 

Feløgini sleppa at hava éitt fólk í part í høllina til sínar svimjarar, ið vælsagtans tá er venjarin. Øll onnur mugu vera góðkendur partur av dómara- og hjálparfólkahópi SSF, til at kunna vera í høllini.

 

Dómaraborðið verður við avskerming og frástøðu skildrað frá restini, eins og stroymitoymi og kringvarpsmanning, við egnari inngongd og við egnum vatn- og tilhaldsrúmum. 

 

Ein serliga keðilig avleiðing av øllum hesum er, at allar liðsvimjingar mugu strikast, til at kunna halda galdandi tilmæli, umframt at kunna hava tveir innleiðandi stevnupartar hvønn dag.

 

Við svimjikvøðu, og sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við koronu

 

Vegna starvsnevnd og svimjinevnd SSF

 

Rókur«

 

Tíðarætlan – FMS/JMS 2021 við 3 stevnupørtum hvønn dag

 

Svimjarar eldri og yngri enn JM-aldur

07:30 – 08:30 Upphiting

08:30 – 09:45 Innleiðandi til FM

09:45 – 10:30 Avsvimjing og umklæðing

 

JM-svimjarar

10:30 – 11:30 Upphiting

11:30 – 13:00 JM og innleiðandi til FM

13:00 – 13:30 Avsvimjing og umklæðing

 

13:30 – 15:30 Steðgur

 

FM-finalistar

15:30 – 17:00 Upphiting

17:00 – 19:00 FM-finalur

19:00 – 20:00 Avsvimjing og umklæðing