Korona: Á midnátt koma nýggju tilmælini í gildið

Eftir midnátt skulu fólk hava koronupassið klárt, so í nátt verður hámark fyri, hvussu nógv fólk kunnu sleppa inn á skeinkistøð

So verður tað nú á midnátt, at nýggjastu koronu-tilmælini hjá landsstýrinum koma í gildið. Tað er nýggja skipanin við ferðsluljósum hjá landsstýrinum, sum kemur í gildið á midnátt í kvøld og tískil verða tey gulu tilmælini, sum koma í gildið á midnátt.

 

Tilmælini í tí grøna teiginum eru altíð í gildi, sama hvat tilbúgvingarstigið er.

 

Les meiri her: Her eru nýggju tilmælini hjá landsstýrinum

 

Sum støðan er nú, kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast til innandura tiltøk har koronapass ikki verður brúkt. Men verður koronupass brúkt, kunnu 200 fólk savnast innandura - og talið á fólki, sum kunnu savnast uttandura við koronapassi, er óavmarkað. Samstundis skal koronupass brúkast fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, har nógv fólk vitja, bæði privat og alment.

 

Koronupassið vísir um fólk eru koppsett, um tey hava havt koronu ella um tey eru kannað fyri koronu seinastu 72 tímarnar. Fólk sum ikki hava koronupass, kunnu brúka tað gula koppsetingarkortið, ella tey kunnu hava eina váttan um at tey eru kannað fyri koronu - ella tey kunnu eisini fáa váttan frá landslæknanum um, at tey hava havt koronu. Men í hesum førum er neyðugt eisini at hava pass ella koyrikort at vísa fram.

 

Farsóttarnevndin hevur eisini sett koronakanningar við markið í verk og tað verður frá í morgin.