Koppaði rætta vegin hjá oddaliðnum

Tvær ferðir lá B36 undir ímóti NSÍ.
Fyrst 0-2 í fyrra hálvleiki, og síðani 2-3 í seinna hálvleiki.
Men tað endaði eydnusamt hjá heimaliðnum, tá samanum kom í einum sera minniligum og undirhaldandi dysti

Tíverri er eingin undirhalds­virðisløn í fótbólti, men fanst ein slík, so skuldu bæði B36 og NSÍ fingið burtur av gávufænum. Spælarar og viðhaldsfólk hjá báð­um liðnum fóru gjøgnum alla kensluskrásetingina, har tað fyrst gekk við, síðani ímóti, síðani við, og so ímóti. Sjey mál í einum dysti, har nógv var søkt at bera boð um eina minniliga uppgerð, har intiativið skifti gjøgnum all­an dystin.

NSÍ omaná
NSÍ hevði ein stóran fyrimun, tá bara 20 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá eitt lítið korter var farið av dystinum, var B36 verjan ikki nakað serliga árvakin, ein sending kom inn í brotsteigin hjá B36, og har slapp vandamikli framherjin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen at seta pannuna undir bóltin, og beina hann í netið til 1-0. Seks minuttir seinni hev­ur Oddmar Færø eina skeiva send­ing. Klæmint fangar bóltin, og hann lobbaði hann hegnisliga uppum Meinhardt Joensen í B36-málinum, sum var farin væl úr mál­inum hjá sær.

B36 kemur aftur
Tað gingu ikki meir enn fýra min­uttir, so hevði B36 minkað um munin. B36 vann bóltin á miðjuni. Atli Danielsen rann seg leysan, og valdi at rulla bóltin til ein frían Jákup á Borg, sum beindi hann í netið. Nakrar minuttir undan steðginum fekk Símun Joensen B36 uppá javnt. Jákup á Borg royndi seg við einum skoti, sum meir ella minni miseydnaðist. Símun var tó skjótur á bóltinum, og fekk hann inn um málstrikuna, og so var javnt aftur.

NSÍ omaná aftur
Tað undirhaldandi og málsókna spælið, har verjurnar ikki vóru serliga tunnutættar helt fram í seinna hálvleiki. Beint aftaná steðgin meddaði Heini í Skorini hjá B36 eitt fríspark á tvørtræið hjá NSÍ. Løtu aftaná lá bólturin í B36-málinum. Heini í Skorini ger eitt fríspark á miðjuni. Bólturin verður sendur inn í brotsteigin hjá B36, har Meinhardt Joensen feilmetti støðuna stak illa, og Jens Joensen kundi stúta NSÍ framum aftur.

B36 kemur
aftur og framum
Men B36, og tá serliga Súni Olsen vaknaðu aftur.
Bert tríggjar min­uttir aftaná málið hjá Jens Joensen sendir Súni Olsen eitt væl tikið fríspark inn í brotsteigin hjá NSÍ, har Heini í Skorini stýrdi bóltin í málið við høvdinum. Tá 20 minuttir vóru eftir sendir Súni Olsen eitt væl tikið hornaspark inn í brotsteigin hjá NSÍ, har danska verjukempan, Jonas Flindt Rasmussen stýrdi bóltin í málið til 4-3. Eftir hetta vóru møgu­leikar í báðum endum, men málveitslan var liðug fyri hesaferð.

Nøgdir og ónøgdir
John Petersen, venjari hjá B36 fegn­aðist um, at liðið hevði skorað fýra mál og tryggjað sær trý týdningarmikil stig.
– Sigurin kom ikki av góðum spæli, tað er púra víst. Vit sigla allan fyrra hálv­leik. Vanliga hava vit gott fatur á bóltinum, har vit hava dugað væl at flutt hann runt, har vit hava sloppið væl frá tí fyrsta trýstinum, men onkursvegna megna vit ikki hetta í dystinum í dag, staðfesti John Petersen á Rás2 ígjár. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÌ iðraði seg um, at eingin úrtøka fekst í Gundadali, men hann valdi eisini at fokusera positivt:
– Dysturin í dag prógvar hvussu tungt tað er hjá okkum at vinna dystir í løtuni, sjálvt um vit hava nógvar góðar løtur í dystinum. Vit skapa ein stóran part av dystinum, og vit megna at stressa B36 í pørtum av dystinum. Leikliga er samlaða avrikið á einari heilt góðari leið. Eg trúgvi ikki, at tað eru so nógv lið sum hava skapt so nógvar møguleikar ímóti B36 í Gundadali. Tað er nakað vit kunnu fegnast um, men tað gav okkum tíverri ikki nakað í posan í dag, segði Pauli Poulsen á Rás2 ígjár.