Undirheitið á bókini er ’20 ár seinni’. Talan er ikki um ný-útgáva, men nýggj og víðkað útgáva av 20 ára gamla bestseljaranum ”Kvinderne ud af Køkkenet”, ið fyrsti ferð kom út í 1988.
Roald Als kann veruliga sigast at vera hin danski Óli P. Speisku tekningarnir hjá honum eru sera væl umtóktar í danska samfelagnum. Mest kenda ”yndis-offrið” hjá Roald Als má sigast at vera danski forsætismálaraðharrin, Anders Fogh Rasmussen. Hann verður vanliga teknaður sum steinaldarmaðurin ílætin skinnbúna og stórum gassa í hondini.
Í samband við at 20 ár eru liðin síðan bókin kom út fyri fyrstu ferð er bókin víðkað til dupulta stødd. Uppruna-tilfarið við svørt/hvítu tekningunum eru við, men so er eisini ein spildurnýggjur partur komin uppí í litum. Bókin er sprenfull av áhugaverdum og ikki minst stuttligum hugleiðingum og tað kennist hvussu stór gleðin hjá høvundanum er um góðan mat, gott vín og gott selskap. ”Kvinderne ud af Køkkenet” er neyvan kókibókin, ið fer at verða lisin í køkinum, men helst í djúpa stólinum í stovuni. Tað er stuttliga søgan um ”bleyta mannin”, ið nú sleppur til orðanna um mat og matgerð.
Hvat man argandi heitið á bókini sipa til? Bókin er sum so ikki heilt vanlig kókibók. Høvundurin brúkar fitt av teigaplássi at hugleiða um lívið og alt tað rundanum mat og matgerð. Og tað vil hann sleppa at gera í frið og náðum fyri konufólkini, hóast at hann hevur allarstørstu virðing fyri hesar guddómligu skapningar. Roald Als er jú kendur fyri at speireka – eisini um seg sjálvan - og tað sæst á baksíðuni, har hann gevur bókini nýtt undirheiti. Í staðin fyri ”20 ár seinni” verður tað til ”20 kg seinni”. Maðurin hevur píkarillurnar humoristiskan sans!
Frálík jólagáva til tann ”bleyta mannin”, um sovorðnir enn eru til her heima hjá okkum.
Kvinderne ud af Køkkenet, Roald Als, Gyldendal, innbundin, 249 blaðsíðir, uml. kr 229 í føroysku bókhandlunum