Konstantin fyrrverandi kongur er deyður 82 ár

Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin, er deyður 82 ára gamal. Hann var giftur við systur Margretu drotning.

Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin, er deyður 82 ára gamal.

Tað skrivar grikskir miðlar sambært tíðindastovuni AFP og Reuters.

Leygardagin frættist, at Konstantin, sum var giftur við systir Margretu drotning, Onnu-Mariu, var innlagdur og at støðan var kritisk.

Fleiri grikskir miðlar skrivaðu, at Konstantin hevði havt ein heilabløðing í heimi sínum.

Konstantin hevur seinastu árini verið innlagdur fleiri ferðir. Hann hevur havt koronu tvær ferðir.

/ritzau/