Nú restar bert eitt valdømi í uppteljingini til bretska parliamentsvalið, men eingin ivi kann vera um úrslitið.
Konservativi flokkurin var tann heilt stóri vinnarin í gjár, og flokkurin hevur vunnið greiðan meiriluta í bretska parliamentinum. Flokkurin er farin 66 sessir fram, og hevur samanlagt 364 tingsessir - 38 fleiri en 326, ið krevst fyri at hava meiriluta í bretska undirhúsinum.
- Vit fara at fáa Brexit ígjøgnum til tíðina 31. januar. Einki um, einki men, einki kanska, segði Boris Johnson við konservativu viðhaldsfólkini, eftir at tað gjørdist greitt, at flokkurin hevði vunnið stórsigur.
Labour flokkurin fekk ein frammaná og er farin 42 sessir aftur. Úrslitið hjá Labour flokkinum, 203 sessir, er vánaligasta úrslit hjá flokkinum síðan 1935, og Jeremy Corbyn hevur boðað frá, at flokkurin fer ikki á val næstu ferð við sær sum formanni.
Liberal Demokratarnir hava mist ein tingsess. Forkvinnan í flokkinum, Jo Swinson, tapti í sínum egna valdømi, og kom sostatt ikki inn á ting. Jo Swinson hevur longu boðað frá, at hon letur frá sær sum forkvinna í flokkinum. Liberal Demokratarnir eru ongantíð komnir fyri seg aftur aftaná at flokkurin fór í samgongu við Konservativa flokkin í 2010. Í 2010 fekk flokkurin 57 sessir, men politikkurin hóvaði eftir øllum at døma ikki veljaranum, og á valinum í 2015 fekk flokkurin bert átta sessir. Til undanfarna val fór flokkurin upp aftur á 12 sessir, men misti so ein í gjár og hevur sostatt nú 11 tingsessir.
Skotski loysingarflokkurin, SNP, hevði stóra framgongd í gjár. Flokkurin fekk 48 tingsessir, ið eru 13 fleiri enn til undanfarna val. SNP er nógv tann størsti flokkurin norðan fyri markið. 59 valdømi eru í Skotlandi, og sostatt eru bert 13 valdømi, ið SNP ikki hevur vunnið. Hetta er næst besta valið, ið flokkurin hevur havt. Besta valið var í 2015, tá flokkurin vann 56 av teimum 59 sessunum í Skotlandi. Nicola Sturgeon, forkvinna í SNP, hevur longu boðað frá, at góða úrslitið hjá SNP eru greið boð um, at skotska fólkið ynskir eina nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing frá Stórabretlandi.