Konsertir við DR Gentukórinum

Hesar komandi dagarnar verða ikki færri enn tvær konsertir við tí heimskenda gentukórinum hjá Danmarks Radio.

Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19:30 og tann seinna í Vestmanna kirkju mikudagin somuleiðis klokkan 19:30.

Á báðum konsertunum sleppur áhoyrarin við á eina ferð kring Norðsjógvin, sum hevur verið evni hjá kórinum, síðani kórleiðarin, Cecilia Martin-Løf tók við fyrr í ár.

Millum sangirnar á báðum kirkjukonsertunum kunnu fólk gleða seg at hoyra nýggja verkið hjá Sunleifi Rasmusen, sum á donskum ber heitið "Jordpigernes Drøm".

DR Pigekoret hevur 70 ár á baki.