Aftaná klaksvíkingin, Danny, sum opnaði Summarfestivalin, var túrurin komin til havnadamuna, Marianna Winther Nagata, sum trein á pall kl. 19.30.
Uttan fyri Føroya Tele pallin stóð ein fittur skari og lýddi á í góðveðrinum, meðan Marianna í ein hálvan tíma sang kendar sangir úr altjóða tónleikaheiminum eitt nú Your Song hjá navnframa Elton John.
Marianna gjørdist kend við at vinna talentkapping, sum Margarinfabrikkin í Havn skipaði fyri fyrr í ár.
Síggj her nakrar frá konsertini.