FÓTBÓLTUR
Undan dystinum á Svangaskarði í gjárkvøldið hevði Bartal Eliasen fimm ferðir verið á vøllinum í landsdysti fyri Føroyar, men tað hevði hvørja ferð verið sum innskiftari. Í tí eina førinum, á heimavølli ímóti Rumenia í fjørheyst, var tað enntá sum framherji, at hann var settur á vøllin.
Men hesa ferð fekk hann møguleikan frá byrjan, tí Brian Kerr eftir øllum at døma vildi tryggja sær, at litavar ikki skuldu fáa nakað burturúr at senda høgar bóltar inn í føroyska brotsteigin. At valið tí fall á Bartal, var kanska ikki so løgið, tí hann hevur í áravís verið besti høvuðspælari í føroysku kappingini.
– Tað var fantastikst endiliga at fáa kjansin og so enntá at vinna. Í fyrra hálvleiki var tað ikki so hart, og eg helt ikki, at teir komu til so øgiliga nógv, meðan vit saktans kundu fingið okkurt mál aftrat og verið á odda 3-1, segði Bartal eftir dystin.
– Í seinna hálvleiki komu teir til einar tveir stórar kjansir, men sparkaðu annars langt, og tað passaði mær útmerkað.
Bíligt brotsspark
Tað sást eisini sjón fyri søgn, at Bartal treivst í leiklutinum sum uppruddari, tí óansæð um bóltarnir komu høgt ella lágt innfyri, var hann øgiliga ofta maðurin, ið setti høvdið á. Kom bólturin høgt, var hann aloftast hægstur og kundi róliga kallast »kongurin í loftrúminum«. Enntá legði hann onkuntíð nógv fyri og tveitti seg niður í knæhædd fyri at skalla burtur.
Bartal Eliasen helt eisini, at dysturin í gjárkvøldið vísti, at eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, tá vitjað verður í Føroyum, tí eingin landsdystur kann roknast sum eitt »walk-over« hjá nøkrum.
Einasta ivamálið í avrikinum hjá Bartali var brotssparkið til Litava, ið sá rættiliga bíligt út. Sjálvur helt hann eftir dystin, at tað var ein støða, áskoðararnir sjálvur máttu meta um:
– Eg royndi eftir bóltinum og helt meg raka hann við vinstra beinið, men samstundis kom høgra bein í mannin, sum datt øgiliga lætt, sum hann eisini gjørdi tað fleiri aðrar ferðir. Um tað var brotsspark ella ikki, mugu áskoðararnir døma um, men eg haldi, at tað kundi gera tað sama, tí vit vunnu allíkavæl.