Kongurin av Føroyum

Blaðmaðurin, sum varð sendur frá Politiken til umrøða Føroyar.dk um vikuskiftið, heldur Høgna Hoydal hava ein rættiligan stjørnustatus í Føroyum, og tað hevur hann ilt við at skilja, tí føroyska samfelagið er so lítið. Føroyskar politikkarar skírir hann fyri at vera bygdasligar.

Danskir fjølmiðlar vóru eisini umboðaðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Blaðmaðurin, Marcus Rubin, ið arbeiðir við mentan á blaðnum Politiken, hevur í blaðnum mánadagin ein drúgva umrøðu av filminum Føroyar.dk. Vit hava loyvt okkum at endurgivið nøkur av hansara sjónarmiðum.

Høgni og Tony Blair
Eins og í filminum, so fær Høgni Hoydal eisini drúgva umrøðu av blaðmanninum. Yvirskriftin á greinini er "Kongen af Færøerne", og her verður greitt sipað til støðuna hjá Høgna Hoydal í føroyska samfelagnum.
? Tað er klárt, at Nyrup er stóri skurkurin í filminum, men tað er eisini líka klárt, at Høgni Hoydal er stóra hetjan, heldur Marcus Rubin.
Hann sigur víðari, at frá einum donskum sjónarmiði, so kunnu føroyskir politikkar tykjast heldur bygdasligir.
?Við sínari stóru undirhøku og kronisku skeggstubbum minnir løgmaðurin, Anfinn Kallsberg, ikki sørt um Jeppe på Bjerget. Samráðingarpartnarin, Helena á Neystabø framgongur sum ein provinskona, meðan Høgni Hoydal er eitt ungt "brushoved", sum tosar bronglut danskt, sigur blaðmaðurin millum annað.
Marcus Rubin er ikki í iva um, at talan er um Høgna Hoydal og so restina av føroyingum. Hann veit ikki rættiliga, hvat tað er yvir honum, men Høgni er føroyska svarið á Tony Blair ella Anders Fogh. Teir hava allir sama stjørnustatus, og somu órørligu og nærmastu reliogiøsu trúgv upp á teirra egnu evnir.
Blaðmaðurin vísir á, at í filminum er Høgni Hoydal høvuðspersónurin. Tað er hann, ið tosar við BBC, og hóast tað er hann, ið tapir samráðingarnar við Danmark, og stríðið við Anfinn Kallsberg, so gevur Ulla Boye honum kortini síðsta orðið. Síðsta viðmerking er av Christiansborg, har Høgni sigur, at stavarin á Christiansborg ikki kennir til orðið "selvstændighed".

Stjørnustatus
Marcus Rubin heldur, at Høgni Hoydal fullvæl veit av, at hann er ein stjørna í Føroyum. Hann skjýtur Ullu Boye í skógvarnar fyri, at hon, eftir filmin, takkar Høgna Hoydal, áðrenn løgmanni, tí løgmaður er jú ovasti myndugleiki í Føroyum, og tí kann hennara framførarháttur tykjast løgin
Hann heldur eisini, tað er rættiliga løgið, at so nógv fólk til eitt hvørt høvi vilja flokkast Høgna, tí føroyska samfelagið er so lítið. Blaðmaðurin sigur beinleiðis, at tað er ófatuligt, at Høgni skal hava slíkan stjørnustatus, tí í einum býi sum Havn við 15.000 fólkum, eiga tey at møta honum dagliga.
-Seinni á kvøldið, tá ballið heldur fram á Hotel Føroyum, heldur mynstrið fram frá Norðurlandahúsinum. Tá Høgni fer í barrina, flokkast fólk honum alt fyri eitt, og tá hann setur seg við eitt borð, eru tær vøkru kvinnurnar skjótar at fáa eitt prát, og tosar Høgni, so verður kvirt í salinum, greiðir Marcus Rubin frá.