Fríðrikur kongur heldur fast við gomlu siðvenjuna hjá kongshúsinum at senda nýggjársrøðu beinleiðis 31. desember.
Tað skrivar DR.
Hetta er fyrstu ferð, at Fríðrikur kongur heldur nýggjársrøðuna, síðani Margreta drotning legði frá sær í januar.
Kongliga nýggjársrøðan varð fyrstu ferð send beinleiðis í 1941, tá røðan hjá Christian X kongi varð send í útvarpinum.
Í 1958 varð hon send í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð. Tá helt Fríðrikur IX røðuna, skrivar Kongshúsið á heimasíðuni.
Við fáum undantøkum hevur røðan altíð verið hildin í móttøkurúminum hjá drotningini á slottinum hjá Christiani IX á Amalienborg.
Í ár verður hon hildin í slottinum, har Fríðrikur kongur og Mary drotning búgva á Amalienborg, slottinum hjá Fríðriki VIII.
Tað eru nógvar siðvenjur knýttar at røðuni, sum Margretha drotning, í síni tíð sum ríkisleiðari, altíð hevur endað við orðunum "Gud bevare Danmark".
Hendan stutta bønin í nýggjársrøðuni segði Fríðrikur VIII fyrstu ferð.
Seinni brúkti Fríðrikur IX eisini orðini sum niðurstøðu.
Undir seinna heimsbardaga og týsku hersetingini av Danmark endaði Christian X eisini nýggjársrøður sínar við eini bøn um signingar fyri tjóðina.
Fríðrikur kongur hevur í bók síni "Kongaorð" lovað, at hann fer at varðveita siðvenjuna at enda við orðunum "Gud bevare Danmark".
- Tað er ein útsøgn, sum gevur mær gásarhold, hvørja ferð eg hoyri hana. Tey trý orðini avspegla grundarlagið undir, hvørji vit eru og hvat okkara mentan og samfelag hvílir á, skrivar kongur í bókini.
Her viðger hann eisini ivamálini, sum onkur kann hava um, hvørt hann kann "lyfta arvin frá mammuni".
- Tað fer nokk at ganga. Hon hevði sín máta, eg havi mín, skrivar hann sambært Ekstra Blaðnum.
Nýggjársrøðan hjá Margrethu drotning í 2023 var nummar 53 og var seinastu ferð hon tosaði beinleiðis við danir nýggjársaftan.
/Ritzau/