VIRKSEMI
Síðan Faroe Seafood herfyri endaði í Skiftirættinum, og hópur av fólki vórðu søgd úr starvi, er framvegis virksemi á landingamiðstøðini Kongshavn í Saltangará.
Tey, sum starvast hjá Kongshavn, eru ikki søgd úr starvi.
Talið av arbeiðsfólki, sum starvast hjá landingarmiðstøðini, hevur táttað í 30, tá ið mest hevur verið at gera.
Seks landingar
Landingarmiðstøðin hevur landað tilsamans seks ísfiskatrolarar seinastu vikuna.
Týsdagin fyri góðari viku síðan landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, stívliga 140.000 pund.
Seinasta hósdag landaðu partrolararnir, Heykur og Falkur og seinasta fríggjadag eisini partrolararnir, Polarhav og Stjørnan.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at bæði pørini høvdu umleið 170.000 pund hvørt parið.
At kalla øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.