Kongshúsið var eitt álopsmál

Yvirgangsmaðurin Anders Behring Breivik hevði valt sær fleiri álopsmál, og kongsborgin og høvuðsskrivstovan hjá Arbeiðaraflokkinum á Youngstorginum í Oslo vóru teirra millum. Tað skal hann hava viðgingið undir avhoyringum hjá løgregluni, skrivar blaðið VG. Sum skilst var tað kongsvaldið og ikki teir einstøku persónarnir í kongshúsinum, sum Breivik ætlaði at raka.

Pål-Fredrik Hjort Kraby, sum er løgfrøðingur hjá løgregluni, váttar, at Anders Behring Breivik hevur sagt, at hann hevði fleiri álopsmál, men hann hann vil ikki siga, hvørji mál talan er um. Geir Lippestad, sum er verji hjá Breivik, váttar í samrøðu við Dagbladet, at tann 32 ára gamli maðurin hevði fleiri ætlanir, sum hann ætlaði at fullføra.

-Hann hevði bæði A- og B-ætlan, og tað var eftir øllum at døma B-ætlanin, sum hann fullførdi. Men eg vil ikki gera viðmerkingar til, hvat annað hann hevði ætlanir um, sigur verjin.