Hann er heimsmeistari í talvi, men hevur kortini risastóran áhuga í fótbólti.
Í Real Madrid eru tey ógvuliga stolt av, at heimsmeistarin í talvi, 23 ára gamli norðmaðurin, Magnus Carlsen er ein risastórur Real Madrid fjeppari. Og í kongafelagnum í tí spanska høvuðsstaðnum hava tey fylgt væl við gongdini hjá teirra kenda fjeppara, sum longu á ungum aldri er millum fremstu úrmælingarnar í talvsøguni.
Ígjár fylti Magnus Carlsen 23 ár, og leiðslan og spælararnir hjá Real Madrid vildu heiðra norska heimsmeistarunum á føðingardegnum, umframt at heiðra honum fyri heimsmeistaraheiti, sum Magnus vann í leiki ímóti Wiswanathan Anand úr India.
Magnus Carlsen var eitt smíl allur, sum hann var, tá hann slapp at sparka fyrsta sparkið í dystinum á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid, tá Real Madrid ígjár tók ímóti Valladolid. Lógvabrestirnir rungaðu fyri Magnusi Carlsen, sum sjálvur spælir amatørfótbólt í 6. deild í norskum fótbólti við einum liði, sum eitur Fremad Famagusta.
Magnus Carlsen sat sjálvandi í VIP-losjuni saman við Real Madrid forsetanum, Florintino Pérez, sum hevur arbeitt fyri, at ungi Carlsen skuldi fáa hendan heiðurin. Aftaná dystin mátti Magnus Carlsen stilla upp til fleiri samrøður um bæði talv og fótbólt.