»Møguligt keyp av matr.nr. 370 Tórshavn. Kondittaríið. Niels Finsensgøta 11, Tórshavn«.
Soleiðis eitur eitt av málunum, sum er á skránni á býráðsfundinum í dag klokkan 16.
Býráðið greiðir í fundarskránni frá, at kommunan nú hevur møguleika at keypa og varðveita Kondittaríið.
– Eigari av Kondittaríðnum bjóðar kommununi bygningin til keyps fyri 5,95 mill. kr. íroknað niðurtøku av uppíbygningi og høvuðsumvæling av klimaskerminum.
– Partur av útbygninginum stendur inni á granna matrikklinum matr.nr. 369, og verður tí neyðugt at taka útbygningin niður, stendur í tilfarinum til málið.
##med2##
Sambært seljara verður útbygningurin tikin niður, klimaskermurin skiftur, vindeygu og úthurð verða skift og verður bygningurin í góðum standi uttaná, eftir at hetta arbeiðið er gjørt.
Íroknað tilboðsprísin er niðurtøka og burturbeining av útbygningi. Niðurtøka av timburterassu, og uppafturbygging av endaveggi, har útbygningurin var. Klædningurin verður skiftur, nýggjar vindplátur, nýggj vindeygu og ein nýggj úthurð. Hurðin í verandi høvuðsinngongd, verður umvæld og varðveitt.
##med3##
Sagt verúr, at Kondittaríið liggur mitt í hjartanum í urtagarðsbýnum við framsíðum móti gongugøtuni og Lítlatúni.
– Virksemið skal vera útvent og bæði venda sær til gongugøtuna, men eisini túnið aftanfyri, ið verður nevnt Lítlatún.
– Tað hevur alstóran týdning at varðveita nøkur av smáu húsunum í miðbýnum, fyri at tryggja skiftandi skala og eyðkenni – viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri samleika og ljósviðurskifti í gøtuni, stendur í tilfarinum, sum kann lesast í fundarskránni fyri býráðsfundin.
##med4##
– Tí er ynskið at endurbøta bygningin og at varðveita skapið av mønutekjuni, og at bygningurin aftur gert eitt savningarstað í miðbýnum.
Tilmæli frá kommunustjóranum, leiðaranum á býarskipanardeildini og leiðaranum á stjórnardeildini er játta kr. 5.950.000 til keyp av bygningum til at keypa og endurbøta bygningin og beina málið í býráðið.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##