Kondittaríið slær hurðarnar upp

3. januar letur Kondittaríið í Havn uppaftur undir leiðslu av Nordin Manai

Tá kvinnurnar á Kondittarínum fyrr í ár valdu at takka fyri seg, vóru tað mong, ið vóru skjót at mótmæla. Onkur byrjaði at savna undirskriftir inn fyri at mótmæla, men líka lítið hjálpti. Ella kanska hjálpti tað?
Tann 3. janauar letur Nordin Manai hurðarnar á Kondittarínum uppaftur í nýggjum líki.

Upplagt
? Eg helt tað vera upplagt at lata kondittaríið uppaftur, og sum fólk tosa, so hevur stórur saknur verið í tí, sigur nýggi eigarin Nordin Manai.
Inni er eisini umbygt og broytt, og nýggir litir eyðmerkja nú rúmið. Men alt verður ikki heilt nýtt, tí tríggjar av teimum, sum arbeiddu á gamla Kondittarínum, fara eisini at arbeiða í nýggja.
Seinastu dagarnar hevur Kondittaríið havt opið sum eina roynd, men tann 3. januar verður av álvara byrjað við morgunmati, køldum døgurðamati og dessertum saman við einum kaffimunni og tí, sum hartil hoyrir.
Sambært Nordin, so hava tær, sum fyrr arbeiddu á gamla Kondittarínum verið inni og hugt, og tær lata bara væl at.
Hvussu verður opið er ikki greitt enn. Í fyrsta umfarið verður opið frá klokkan 9 á morgni, men hvussu leingi opið verður, er enn ikki avgjørt. Tað er alt eftir, hvussu tørvurin er, sigur Nordin Manai.