Komu aftur við fyrstu virðisløn

Tveir næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla, ið vóru við í eini tónleikakapping í Keypmannahavn, sum blaðhúsið Berlingske skipar fyri, gjørdu musikkskúlanum miklan heiður og komu aftur við fyrstu virðisløn

Tær báðar genturnar úr Runavík, Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen, hava í átta ár spælt tvørfloytu í Nes Sóknar Musikkskúla. Núverandi lærari teirra, Katja Volovelskaja, avgjørdi í heyst at melda tær til hesa kapping niðri í Danmark. Fyri at vera við í kappingini skalt tú ikki vera fyltur 17 ár. Tær ganga í 10. flokki, so skuldi tað vera, so mátti tað vera nú. Lærarin metti, at tær nú vóru á einum slíkum støði, at tað mundi fara at bera til. Áræði hava tær alla tíðina havt, so har var einki at ivast í.

Í longri tíð hava tær báðar vant dúgliga bæði heima og í skúlanum. Mangan hava tær havt floyturnar við í skúla, soleiðis at venjast kundi í fríkorterunum. Katja, ið hevur givið teimum dygga undirvísing hesi bæði seinastu árini, hevur roynt at útvegað teimum allar teir venjingarmøguleikar, ið til bar. Ein stuðul í hesum arbeiði, hevur Jóhannes Andreasen eisini verið. Hann hevði fylgispælið bæði til venjingarnar her heima og til kappingina í Keypmannahavn.

Mikukvøldið í síðstu viku var konsert í býráðshøllini í Runavík, har Fríðhild og Bodil fingu høvi at vísa áhoyrarunum, hvat tær dugdu til. Tær komu væl frá sínum kappingarstykki og kundu tí við góðum treysti fara av landinum. Leygardagin skuldi so slagið standa á Flatlondum. Tær vístu, at eisini tá ið á stendur, er stirðil í teimum, soleiðis at dómsnevndin avgjørdi at geva teimum fyrstu virðisløn fyri avrik teirra.

Stuttligt var hjá teimum at koma í skúla í Runavík týsmorgunin. Tíggjundi flokkur stóð og veittraði við fløggum, og allir næmingarnir fagnaðu teimum óført til morgunsangin. Hátíðarlig var løtan, tá skúlans leiðsla handaði teimum gávur sum eina viðurkenning fyri tað úrslit, tær høvdu fingið.

So er bert at vóna, at hesar ungu, evnaríku genturnar halda fram at arbeiða við tvørfloytuni, soleiðis at vit sleppa at hoyra tær eisini framyvir.