Kommunurnar eiga skúlarnar og avgerðarrættin at niðurleggja skúlar

Í januar 2009 setti landsstýrið niður kommunala umskipanarnevnd at gera uppskot til kommunureform. Málið er m.a. kommunusamanlegging og útlegging av fólkaskúlanum til komandi stórkommunurnar at umsita fult og heilt.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur fleiri ferð alment boðað frá, at hon skjótast gjørligt vil hava fólkaskúlan skipaðan í skúlaøki. Endamálið við hesum er lutvíst at fáa skynsamari og bíligari rakstur av fólkaskúlanum, lutvíst at hækka fakliga støðið í undirvísingini.

 

Ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni eru sambært fjølmiðlunum nú so ítøkiligar, at tal og navn nú verða sett á allar teir fólkaskúlar, sum landsstýrið skal niðurleggja kring alt landið. Einar 35 í tali.

 

Kommunalir skúlar

 

Sambært fólkaskúlalógini hava kommunur skyldu til at veita øllum børnum undirvísing. Kommunurnar hava til hetta endamálið bygt – og byggja framvegis – skúlar kring landið.

 

Kommunurnar eiga skúlarnar og avgera tí, hvar børnini skulu ganga í skúla. Landsstýrið kemur við lærarunum.

 

Sambært lógini eru tað eisini kommunurnar, sum hava rættin at avgera, um ein skúli skal niðurleggjast. Henda avgerðin er so mikið týdningarmikil, at borgararnir kunnu krevja hana til fólkaatkvøðu.

 

Í sjálvum sær er ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at savna skúlarnar í størri eindir skilagóð bæði fíggjarliga og undirvísingarliga. Hetta eru tí eisini ætlanir, sum Kommunusamskipanin og kommunurnar í stóran mun kunnu taka undir við, men sum krevja neyva viðgerð, áðrenn endalig støða kann takast.

 

Øllum er greitt, at verða 35 skúlar niðurlagdir, er talan er um kollveltandi inntriv í nærum hvørja bygd í Føroyum. Hetta kann tí ikki gerast uttan um lokala myndugleikan.

 

Men enn hevur landsstýriskvinnan ikki spurt kommunurnar eftir.

 

Kommunureformurin og skúlareformurin

 

Kommunureformurin er í veruleikanum eisini ein skúlareformur. Tá ið tær komandi stórkommunurnar fáa ábyrgdina av lærarunum kanska longu um hálvtannað ár, hava tær eisini fulla fíggjarliga ábyrgd av at skipa raksturin av øllum skúlunum í kommununi.

 

Tí hava flestu kommunur langtsíðan gjørt sær tankar um, hvussu skúlaskipanin verður rikin mest skynsamt í teirra avvarðandi økjum – ikki bert í mun til fíggjarligu orkuna og undirvísingarligu dygdina, men so sanniliga eisini í mun til trivnaðin hjá næmingum og fólkinum á staðnum annars.

 

Henda tilgongd er longu byrjað úti í kommununum. Hetta er eisini leiðin at ganga samsvarandi kommunureformurinum – at tað er og skal framvegis verða einstaka kommunan, ið hevur ábyrgdina at skipa og fíggja skúlaskapin lokalt.

 

Tað er tí sera hugstoytt og óheppið, at landsstýriskvinnan í mentamálum arbeiðir við kollveltandi broytingum á økinum uttan at samskifta við kommunurnar yvirhøvur. Kann tykjast, sum ætlar landsstýriskvinnan at taka sær alt ræðið á skúlaøkinum úr hondunum á kommununum.

 

Hesum mótmælir Kommunusamskipanin harðliga. Hetta er ikki á nakran hátt fremjandi fyri kommunureformin ei heldur skúlareformin.

 

Kommunusamskipanin mælir tí staðiliga landsstýriskvinnuni til alt fyri eitt at taka kommunurnar beinleiðis við í arbeiðið. Eitt er vist, at uttan semju og felags fatan millum land og kommunur á hesum avgerandi øki fyri alt tað føroyska samfelagið, spyrst als einki gott burturúr.