Kommunurnar kring landið eiga at útvega fólki bíliga orku, akkurát sum tær frammaundan útvega teimum reint vatn.
Tað heldur Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.
Hann sigur, at Sev, sum kommunurnar eiga, er komið í dýrastu neyð av tí, at oljan er blivin so dýr.
Tað førdi til stóra príshækking á nýggjárinum og fer uttan iva at føra til enn fleiri príshækkingar í næstum.
Men borgarstjórin í Vestmanna staðfestir, at heldur enn at byggja út og kola olju upp hjá Sev, eiga vit at seta sparingar í verk fyri at minka um orkunýtsluna.
Í hesum sambandi heldur hann, at kommunurnar eiga at gera meiri við at útvega fólki bíliga orku.
- Kommunurnar eiga í størri mun at útvega borgarunum berghita og aðra varandi orku, heldur hann.
Hann vísir á, at Tórshavnar Kommuna hevur eina fjarhitaskipan og hann heldur, at hetta er ein leistur, sum fleiri kommunur eiga at taka til sín.
Lættari
Hann sigur, at merkir borgarum eina sparing, tí hann fær minni brúk fyri olju, verður tað lættari at góðtaka, at prísurin á streymi hækkar.
- Vit brúka alt ov nógvan pening til olju at hita hús við, leggur hann afturat.
Karl A. Olsen sigur, at hetta verður ikki ein útreiðsla hjá kommununum, tí tær taka sjálvsagt gjald frá fólki fyri orkuna, soleiðis, at tað verður nóg mikið fyri íløguna og til at halda hana og endurnýggja hana fyri.
- Hetta er ein tænasta til borgaran, akkurát sum tað er ein tænasta at útvega teimum reint vatn, ein bátahyl ella ein barnagarð, heldur borgarstjórin í Vestmanna.
Les eisini greinina: Kuta minst 50% av Sev rokningini.