Landsstýrið ætlaði at leggja fyri løgtingið uppskot um, at kommunur skuldu rinda gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.
– Endamálið var at seta í verk eina skipan, sum longu verður nýtt í okkara grannalondum, og sum hevur virkað væl, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. Mál var eitt av málunum á løglistanum, sum tó fall burtur, tí val varð skrivað út.
Sambært uppskotinum, so eru skipanirnar í okkara grannalondum soleiðis, at ásett verður eitt gjald fyri seingjardag, sum kommunurnar gjalda, tá ið tað ikki verður tikið ímóti liðugt viðgjørdum sjúklingum eftir lokna viðgerð – vegna vantandi heimarøkt, eldrasambýli ella røktarpláss.
– Endamálið er at eggja kommunum til skjótari at taka ímóti teimum liðugt viðgjørdu sjúklingunum. Sjúkrahúsini kunnu tá viðgera fleiri sjúklingar – í staðin fyri at røkta fólk, sum ikki hava meiri sjúkrahúsviðgerð fyri neyðini, verður sagt í grundgeving til uppskotið.