Kommunulæknamálið aftur útsett

Vegna sjúku er kommunulæknamálið aftur útsett.

Eftir ætlan skuldi seinasti dagur í rættarmálinum móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri blygdanarskemd móti 11 kvinnum og fyri at hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við einari kvinnu, vera í dag, men eins og í gjár, er málið útsett.

 

Í gjár og í dag vóru annars settir av til endaliga dómsviðgerð av málinum. Ákærin, Linda Margrethe Hesselberg, og verjin, Bjørn á Heygum, skuldu geva sínar seinastu viðmerkingar til málið, greiða frá, hvat teir mettu, at dómarin skuldi leggja dent á í dóminum, vísa til aðrar líknandi dómar og hvørja revsing teir mettu, at kommunulæknin skuldi fáa.

 

Eisini skuldi sakførarin hjá teimum 12 kvinnunum, Christian F. Andreassen, boða frá, hvat endurgjald, kvinnurnar krevja frá manninum.

 

Men sum sagt, vegna sjúku er málið fyribils útsett. Enn er ikki greitt, nær málið verður sett á skrá aftur.