Koltur skal partvíst friðast fyri seyð

Tjóðsavnið hevur fingið góðar 60 mió. kr. í fígging til Koltursætlanina

Í Koltursætlanini verður oyggin býtt upp, so at norðari parturin fær frið fyri seyði, og fyri at upprunavøksturin kann koma fyri seg.

 

Í sunnara parti verður býlingurin Norðuri í Gerði endurskaptur við sethúsum, bátasmiðju, framsýningum og verkstøðum. Løgmaður boðaði í 2013 frá, at Koltur varð tikið úr landbúnaðar- skipanini, og at ein antikvarisk serskipan skuldi gerast fyri oynna.

 

Til arbeiðið at menna antikvar- isku serskipanina, nevnd Koltursætlanin, eru játtaðar 5 mió. kr. úr Búnaðargrunninum.