Koltur er paradís á jørð

Føroyingar áttu at kent sítt land og sæð, hvussu vakurt og gott tað er. Eitt nú oyggin Koltur, sum veruliga hevur nakað av bjóða bæði fremmandafólki men eisini føroyingum sigur festarin í oynni Petur á Dul Pætursson. Tað er vorðið alt meira vanligt, at fyritøkur fara út í oynna.

Oyggin Koltur er einki minni enn eitt paradís. Hesi orðini eigur Petur á Dul Pætursson, sum saman við konuni hevur fest garðin í oynni, eftir at Bjørn Pætursson er farin inn á meginlandið at arbeiða. Petur og Malan festu garðin í februar í ár, men enn hava tey so ikki havt so nógva tíð saman í oynni, tí konan hevur verið við barn. Nú hon hevur átt verða tey fimm í oynni í framtíðini.

Men Petur hevur ikki havt stundir til at keða seg, hóast fyri stóran part einsamallur á bóndagarðinum. Tí tað er vorðið in hjá arbeiðsplássum kring landið at leggja leiðina út í lítlu og fremmandu oynna Koltur. Herfyri vóru 80 fólk frá Tórshavnar Kommunu í oynni og seinastu tíðina hava fleiri av deildunum á Landssjúkrahúsinum lagt stavsfólkadag úti í Kolturi. Har hevur Petur bóndi víst teimum oynna við øllum teimum søguligu og náttúruvirðum, sum oyggin eigur.

?Mær dámar ómetaliga væl mítt nýggja arbeiði, sum er bæði fjølbroytt og spennandi, sigur Petur við Vinnurásína hjá Rás2, sum eisini vitjaði í oynni í vikuskiftinum. Hann hevur heimsins mest fjølbroytta arbeiði. Umframt at vera bóndi og taka sær av seyði og neytum, so hevur hann elverkið um hond, hann er tann lokali postmaðurin og ikki minst ? hann vísir fremmandafólki oynna og greiðir frá longu og spennandi søguni hjá oynni. Eitt skifti miðskeiðis í 1800 talinum búðu 47 fólk í Kolturi. Ì dag eru tey fimm. Tá var útróður og fuglaveiða ein partur av livibreyðinum. Ì dag er tað nakað av seyða- og neytahaldi og so ferðavinnan. Petur er í Vinnurásini á Rás2 umleið klokkan 15.30. Jan Müller prátar um avgerðina at fara út í Koltur, hvat teimum dámar har úti og hvønn týdning slík oyggj hevur fyri bæði ferðavinnu og fyri okkum føroyingar sum heild.