Tað ljóðar næstan ov gott at vera satt. Men sambært Sky News hava tveir australiumenn upp á tað nærmasta uppfunnið ævinleikamaskinuna.
John Christie, annar av uppfinnarunum, sigur við Sky News, at hann og makkarin Lou, hava arbeitt við verkætlanini í seks ár, og nú er so komið á mál.
- Generatorurin framleiðir 24 KW um døgnið, og tá hann er startaður kann hann koyra í áravís uttan at steðga, sigur John Christie.
Generatorurin er gjørdur av eitt nú magnetum, og eingin, sum hevur sæð hann, hevur pástaðið, at hann ikki virkar. Íleggjarar standa eisini í røð at sleppa framat at fíggja hópframleiðslu av undurverkinum.
Steve Bressington, sum er inginørur, ivast ikki í, at hetta er ein framtíðar maskina. Hann hevur fylgt við og hevur sjálvandi eisini sæð generatorin, og hann er sannførdur um, at hetta er ein kollveltandi uppfinning.
Á universitetinum í Sydney eru tey tó eitt sindur meiri varin, og vilja ikki siga so nógv, fyrr enn generatorurin er royndur av óheftum serfrøðingum. Men, siga tey, er hetta satt, verða vit noydd at umskriva fleiri av fysisku lógunum.
John Christie er tó ikki í iva um uppfinningina. Hann ivast ikki í, at tá generatorurin er innstalleraður í kjallaranum ella garaguni og startaður, verða familjurnar sjálvforsýnandi við orku, uttan at tað kostar teimum eitt einasta oyra.
Generatorurin fer at kosta einar 5000 dollarar og verður klárur til framleiðslu innan eitt ár frá nú, sigur stolti uppfinnarin við Sky News.









